Eivør Pálsdóttir er vald sum oddafiskur í donsku ætlanini, saman við donsku nøvnunum Haugaard & Højrup og bólkinum Instinkt.
Umframt tey 3 oddanøvnini í ætlanini, fáa aðrir bólkar eisini stuðul, og teir eru Henrik Jansberg Band, Afengin, Trio Mio, Zar og Tumult.
Aftan fyri ætlanina standa Folkemusikkens Fællesråd, Tønder Festival, DJBFA, og Kopifon, skrivar Jyllandsposten.
Danskir fólkatónleikarar hava havt vaksandi virksemi uttanlands seinnu árini og Danish Roots hevur til endamáls at stimbra hesi gongd.