Eivør live á Jacques

Føroyingar í Danmark ? og danir ? fáa komandi leygarkvøld møguleika at hoyra føroyska songfuglin

Eivør

Leygarkvøldið 29. novembur hevur Eivør Pálsdóttir sína fyrstu almennu konsert í Danmark, eftir at nýggja fløgan "Krákan" er útkomin.
Á føroyska náttklubbanum Jacques í Keypmannahavn fer Eivør, saman við tónleikarum sínum, at spæla sangir av nýggju fløguni, ið longu nú er sera væl umtókt í Íslandi. Eivør hevur útgávukonsert í Norðurlandahúsinum í Føroyum 23. novembur, so hetta má sigast at vera almenna útgávukonsertin í Danmark, við afterparty.
Møguleiki verður eisini at keypa nýggju fløguna hjá Eivør hetta kvøldið.
Atgongumerkini, sum eru avmarkaði í nøgd, kunnu bíleggjast á mail@jackways.dk. Umframt atgongd til konstertina, sum er frá 21.00 til 24.00, gevur atgongumerkið eisini atgongd til Jackways alla sunnunáttina.