Á Konsertunum verður tónleikur av fløguni Trøllabundin framførdur. Fløgan er við løgum hjá Eivør útsett fyri Bigband. Tað eru teir báðir Jesper Riis og Peter Jensen, ið hava útsett løgini á fløguni fyri big band, meðan DR Big Band spælir og Eivør syngur. Tá fløgan kom út í vár, spældu tey eisini onkra konsert saman.
Konsertferðin endar við einari dupultari konsert í Operuni í Keypmannahavn, har DR Big Band og Eivør eiga helvtina, meðan kenda danska songkvinnan Caroline Henderson eigur hina helvtina. Hetta veit heimasíðan eivor.com at siga frá.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ikki síðan Bjørk
Copenhagen Jazz House sigur í tíðindaskrivið, at einki spælistað kundi verið so væl egna til eina konsert við Eivør og DR Big Band sum tað nýggja operahúsið, ið liggur út til havið. Tí: Eivør´s kendetegn er sammenhængen mellem hendes udtryk og den færøske natur, formidlet med en klarhed i klangen.
Eivør verður kallað ein tann størsta sanggávan í Norðanlondum, og greinaskrivarin sigur seg ikki hava uppliva kensluna av sínum røtum í Norður Atlantshavið so sterkt, síðan Bjørk gav fyrstu fløguna út. Eingin dugur sum Eivør at syngja myndir úr norrønu guðalæruni fram so lýsandi klárt og við sovorðnum trúvirði.
Konsertskráin er hendan:
Mikudag 5. oktober - Kulturhus Gimle, Føllenslev kl. 20.00
Fríggjada 7. oktober - Kulturfabrikken, Nykøbing Falster. kl. 21.30
Leygardag 8. oktober - Harmonien, Haderslev. kl. 21.30
Sunnudag 9. oktober - Mantziusgaarden, Birkerød. Klokken kl.19.00
Hósdag 13. oktober - Mentanarhúsið í Fuglafirði
Fríggjadag 14. oktober Mentanarhúsið í Fuglafirði
Mánadag 17. oktober - Operaen. kl. 20.00