Tað er bara ein Eivør. Tað staðfesti ummælarin hjá Sosialinum stutt fyri jól, tá tann ungi songfuglurin úr Syðrugøtu royndi sínar veingir á eini jólakonsert saman við sínum nýggja íslendska bólki, og nú sær tað út til, at hetta norðuratlantiska samstarvið fær møguleikan at flúgva oman yvir alt Evropa.
Tað hevur nevniliga eydnast Eivør Pálsdóttur og tónleikabólkinum hjá henni at vinna sær sess í tí íslendska grand-prix?num, sum verður hildið í næsta mánaði.
Tá Sosialurin ringdi til íslendska ríkissjónvarpið í gjár blivu tey eitt sindur kløkk og vildu hvørki vátta ella avsanna tíðindini um, at ein føroyingur skuldi luttaka í tí íslendska undanumfarinum til Eurovision Song Contest. Orsøkina til hetta søgdu tey vera, at allir bólkar í prix?num skulu hava líka stóran kjans at vinna kappingina, og tí vil sjónvarpsstøðin sjálv sleppa at syrgja fyri, at øll fáa ta somu umtaluna í fjølmiðlunum.
204 løg send inn
Tað er kortini greitt, at ein sangur hjá guitaristinum Eðvarð Lárussyni, sum spælir í bólkinum hjá Eivør, er ein av teimum fimtan sangunum, sum slapp gjøgnum tað tónlistaliga nálareygað hjá íslendska sjónvarpinum. Upprunaliga vórðu 204 sangir sendir inn til kappingina. Keldur sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at hóast sangurin, sum Eivør Pálsdóttir skal syngja, er bleytur, melodiøsur og øðrvísi enn vanligur poppur, so líkist hann ikki tí, sum vit vanliga kenna ta annars fjøltáttaðu sanagarinnuna frá. Sambært tónleikakønum innan íslendska sjónvarpið er talan ikki um eitt sokallað b-lag, men heldur um eitt typiskt a-lag, og tað má sigast at vera eitt gott skoðsmál at fáa.
Milliónir fylgja við
Sum nevnt roynir íslendska sjónvarpið at halda sera loyniligt, hvørjir sangir eru úttiknir til kappingina, og tí er torført at siga, hvørjum kreftum Eivør og nýggi bólkurin hjá henni eru uppi í ímóti. Men hetta fæst at vita í døgunum 3. til 7. februar, tá íslendska sjónvarpið sendir tey 15 fimtan løgini sum videoløg, ið vórðu hildin at vera best av teimum 204 innsendu.
15. februar verður so finalan hildin, og tá fáa vit so at síggja, um Eivør Pálsdóttir úr Føroyum, sum enn ikki hevur vunnið sær sess í Eurovision Song Contest, skal umboða Ísland í hesi kappingini, sum hundraðtals milliónir vanliga plaga at sita njóta framman fyri sjónvarpsskíggjanum.
Í fjør royndi Pætur við Keldu seg í danska grand prixnum, tó uttan at vinna. Danmark endaði á aftasta plássi í tí evropeiska grand prixnum seinast, men nú fær ríkiseindin so kortini onkran at halda við, um tað eydnast tí unga føroyinginum at gera seg galdandi í Íslandi.