Eivind farin úr nevndini hjá Tjaldri

Á eykaaðalfundi í gjár varð nýggj bráðfeingisnevnd vald. Eivind Jacobsen er ikki longur partur av nevndini. Fyri jól stóð greitt, at eitt slit var ávegis millum hondbóltsfelagið, Tjaldur, og formannin seinnu árini, Eivind Jacobsen. Á heimasíðu felagsins skrivar felagið, at bert tríggir nevndarlimir vóru í uppskoti, og tí virka hesi í eini fyribils nevnd, til regluligi aðalfundurin verður í mai mánaði. Til ta tíð er ætlanin, at fimm fólk aftur manna nevndina. Tey, sum nú manna nevndina, eru Dánial Hansen, Niels Peter Bech og Johnny Lamhauge. Nevndin hevur skipað seg við Dánial Hansen sum formanni.