Løgmaður hevði sama boðskap, tá ið hann útskrivaði løgtingsvalið, og Jóannes Eidesgaard sigur seg í Sosialinum hin 16. apríl ikki kunna vera annan enn samdan við hesum, samstundis sum hann harmast Javnaðarfloksins vegna um skeivleika, sum er komin fram í onkrari valgrein hjá onkrum av valevnum teirra.
Hetta er hugburður, sum vit øll eiga at fegnast um, og ivast undirritaði einki í, at allir flokkar fegnir vilja, at valevni teirra halda seg burtur frá ósakligum og persónligum álopum, ið ongum gagna.
Í Dimmalætting hin 14. mars 2002 skrivar Eivind Jacobsen, bygdaráðsformaður á Strondum, sum er eitt av teimum nógvu valevnunum til løgtingsvalið um nakrar dagar, og sigur hann seg minnast, at undirritaði "av tingsins røðarapalli úttalaði seg um privatu viðurskiftini hjá ávísum persóni". Undirritaði veit seg ikki av tingsins røðarapalli at hava úttalað seg um privat viðurskifti hjá nøkrum persóni, og Eivind Jacobsen kundi verið kunnaður um, at tað vil tann til eina og hvørja tíð sitandi løgtingsformaður ikki á nakran hátt geva loyvi til.
Eivind Jacobsen sigur undirritaða "yvirtulka orðið privat". Tað sigur mær so mikið sum, at Eivind Jacobsen veit ikki nóg mikið um, hvat ið orðið privat merkir, og tað átti ein persónur at verðið kunnaður um, sum er uppstillaður til løgtingið.