Tað sigur Eivind Jacobsen, sum var eitt av valevnunum hjá Fólkaflokkinum til seinasta løgtingsval. Á aðalfundinum hjá Fiskimannafelagnum í næstu viku fer hann at hava framløgu um fiskivinnugransking, sum hann arbeiðir við – og tá hann bæði er valevni hjá Fólkaflokkinum og granskar í fiskivinnu, so hava vit spurt hann, um hann ikki er eitt boð hjá Fólkaflokkinum upp á nýggjan fiskimálaráðharra.
– Nei tað veit eg einki um, og eg rokni ikki við, at tey ráðandi í Fólkaflokkinum fara at lesa Sosialin fyri at finna út av, hvønn tey skulu seta sum landsstýrismann í fiskivinnumálum, sigur hann so speiskliga.
Og hann hevur als ikki biðið lovað sær, sigur hann.
Tað eru annars aðrir, sum her á in.fo hava boðið seg fram sum avloysarar í landsstýrinum, nú Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard løgdu landsstýrissessirnar frá sær, so tey kundu fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum, so hon ikki slapp at atkvøða fyri lógaruppskotunum um sammøður mánadagin. Tann royndin hjá Fólkaflokkin at fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum miseydnaðist. Og tá Bárður Nielsen boðaði frá, at tað var ikki ein møguleiki, at tey bæði komu aftur í landsstýrið, so skal Fólkaflokkurin finna tvey nýggj fólk til heitu landsstýrissessirnar, um altso samgongan heldur fram og val ikki verður skrivað út.
Tá landsstýrið verða skipað, so er tað altíð rímuliga lætt at gita, hvørji landsstýrisfólkini verða. Vanligt hevur seinastu árini at velja landsstýrisfólkini úr tingmanningini, men tað er eingin lóg, sum sigur tað. Tað ber væl til, at flokkar velja onkran heilt annan í landsstýrið, sum ongantíð so frægt sum hevur stillað upp til val.
Men av tí at Fólkaflokkurin vil hava Anniku Olsen úr Løgtinginum – hon er varafólk nummar tvey hjá Fólkaflokkinum, so kann Fólkaflokkurin ikki hava meira enn eitt landsstýrisfólk úr tingmanningini. Og tað hevur flokkurin nú við Jørgen Niclasen.
Og av tí at løgmaður hevur sagt, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard ikki sleppa aftur í landsstýrið, so má Fólkaflokkurin leita sær niður um 10. pláss á listanum til seinasta løgtingsval fyri at finna nýggj landsstýrisfólk – ella at fara út um tingmanninginga fyri at finna tey.
Higaril hava Brandur Sandoy á Sandi og Jóhan Eli Lyngvej Poulsen í Sandvík bjóðað seg fram. Teir eru ávikavíst nummar 11 og 12 á listanum til seinasta løgtingsval.
Vit hava spurt Gunvá við Keldu, sum hevur verið býráðslimur í Klaksvík í 17 ár og borgarstjóri í fýra ár, um hon kundi verið eitt boð sum landsstýrisfólk í almannamálu fyri Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Til tað hevur hon onga viðmerking, sum kundi bent á, at hon er áhugað – ella kanska spurd. Hóast drúgvar royndir í býráðsarbeiði, so hevur hon ongantíð stillað upp til løgtingsval. Men í politikki henda broytingar skjótt, og tað er skjótt hjá fólki at broyta hugsan – tí ein møguleika at gerast landsstýrisfólk fært tú ikki ofta, og tú fært onga tíð at umráða teg í.
Men altavgerandi er, um løgmaður ætlar at skriva út val ella ikki. Tað vita vit einki um. Enn eru tað bara Jenis av Rana úr Miðflokkinum og Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýrinum, sum hava verið alment úti og sagt sína hugsan um, at samgongan skal halda fram. Bara tað at Sjálvstýrisflokkurin tosar um at fáa landsstýrisfólk kann benda á, at hetta meira er eitt ynski enn realpolitikkur – og tá tað bara er Jenis av Rana úr samgonguni, sum úttalar seg, so merkir tað, at tað stendur einki til í samgonguni, tá bæði Bárður Nielsen og ikki minst Jørgen Niclasen er kúrrir, nú fýra dagar eru sína orrustuna um tey samkyndu mánadagin.
Men í politikki kann alt henda. Eisini tað, at samgongan heldur fram, sum um einki var hent. Og tað kann saktans eisini passa, sum Eivind Jacobsen sigur, at tað ikki verður Bárður Nielsen, sum fer at gera av, hvør skal umboða Fólkaflokkin í landsstýrinum.
So tað er avgjørt ein møguleiki, at Jacob Vestergaard heldur fram í Fiskimálaráðnum, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir heldur fram í Almannamálaráðnum – og at Annika Olsen heldur fram sum tingkvinna fyri Fólkaflokkin.
Men skal Fólkaflokkurin leita eftir nýggjum fólkum millum teirra, sum stillaðu upp til seinasta lgtingsval, so er møguleikin at velja onkran niðan fyri nummar 10 á listanum niðanfyri:
A Fólkaflokkurin:
1. Beinir Johannesen, 998 atkvøður
2. Jacob Vestergaard, 783 atkvøður
3. Jørgen Niclasen, 722 atkvøður
4. Jógvan á Lakjuni, 683 atkvøður
5. Christian Andreasen, 580 atkvøður
6. Jákup Mikkelsen, 548 atkvøður
7. Uni Rasmussen, 465 atkvøður
8. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, 461 atkvøður
9. Heðin Zachariasen, 342 atkvøður
10. Annika Olsen, 289 atkvøður
11. Brandur Sandoy, 289 atkvøður
12. Jóhan Eli Lyngvej Poulsen, 230 atkvøður
13. Rógvi Egilstoft Nielsen, 227 atkvøður
14. Pól Huus Sólstein, 225 atkvøður
15. Hans Andrias Kelduberg, 196 atkvøður
16. Bjartur Nolsøe, 162 atkvøður
17. Hanus Samró, 146 atkvøður
18. Símun Jóannesarson Hansen, 132 atkvøður
19. Birgir Nielsen, 107 atkvøður
20. Sámal Jákup Sakarisson, 89 atkvøður
21. Jonhard Danielsen, 87 atkvøður
22. Frits Strøm, 60 atkvøður
23. Hans Joensen, 44 atkvøður
24. Joan Samuelsen, 44 atkvøður
25. Ingvør Justinussen, 35 atkvøður
26. Jákup Martin Kjeld, 33 atkvøður
27. Eivind Jacobsen, 24 atkvøður
28. Rigmor Rasmussen, 20 atkvøður