Eivør á pall við Dickow

Tá Tina Dickow í kvøld spælir fyrstu tónarnar á Úr Norðri-konsertini í Ráðhúsparkini í Århus, stendur Eivør Pálsdóttir á palli saman við henni.

Tá Tina Dickow í kvøld spælir fyrstu tónarnar á Úr Norðri-konsertini í Ráðhúsparkini í Århus, stendur Eivør Pálsdóttir á palli saman við henni. Tina Dickow er høvuðsnavnið í kvøld og fær hjálp frá íslendskum vinum, stendur á skránni. Umframt Eivør er talan millum annað um Ásgeir Trausti og Helga Jónsson

 

Tær báðar hava seinastu tíðina vant á einum innandura palli, fyri sum best at endurskapa líkindini, tá konsertin verður í kvøld.

 

10.000 atgongumerki eru seld, men enn eru nøkur eftir, so trongt verður væntandi á Ráðhúsplássinum.