Eivør í týskum jólakalendara

Eivør goymir seg handan lúku nummar 6 í jólakalendaranum hjá týskari útvarpsstøð

Almenna  ungdóms útvarpsstøðin í Bayern hevur ein jólakalendara, har teirra lurtarar fáa gávir hvønn dag. Í dag liggur Eivør handan lúku nummar 6.

Lurtarar kunnu í dag dowloada sangin True Love hjá Eivør heilt ókeypis. Eivør var herfyri á konsertferð í Týsklandi í sambandi við útgávuna av fløguni Room á týska marknaðin.

Hon boðaði frá tá, at hon gleddi seg til eina uppaftur størri konsertferð komandi ár.

Á leinkjuni niðanfyri kanst tú vitja jólakalendaran.