Síðan Eivind av Reyni keypti P/F Meinhardt Arge í november 2005, og fyritøkan skifti navn til P/F Auto Service, hevur verið arbeitt miðvíst við at umbyggja fyritøkuna til eina nútímans bilasølu. Fríggjadagin var so skipað fyri móttøku í stásiligu hølunum.
Nógv fólk stukku inn á gólvið hendan dagin. Eivind av Reyni beyð øllum at vera vælkomin og greiddi frá um bygningin og segði m.a. “Tá ið vit fyri umleið 18 mánaðum síðan keyptu ognina frá P/F Meinhardt Arge v/ Finnboga Arge, settu vit okkum fyri at nútímansgera bygningin, og eru vit vælnøgdir við úrslitið. Tað var eitt sum lá Finnboga Arge serliga nógv á hjartað í samband við yvirtøkuna, tað var viðvíkjandi starvsfólkunum, at tey kundu halda áfram og koma at trívast. Eg vil gjarna takka starvsfókunum fyri, hvussu væl tit tóku ímóti okkum sum nýggir eigarar”, segði Eivind av Reyni og hugleiddi um søguna hjá teimum ymisku bilasølunum í Føroyum. Eftir tað sang Dreingjakórið undir Brúnni undir leiðslu av Eli Smith.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum sjálvur er útbúgvin bilmekanikari, helt síðan røðu, har hann segði frá síni tíð sum bilmekanikari. Hann lærdi hjá P/F Wenzel Petersen á Bakka og arbeiddi har í mong ár.
Tá bygningurin, sum Auto Service nú húsast í, varð tikin í nýtslu sum nýggjur av P/F Wenzel Petersen í 1970, arbeiddi Heðin har. Hann segði m.a. ”Tá ið vit komu niðan í hendan bygningin í 1970, var tað sum at koma á eitt 5 stjørnað hotell. Her var flisalagt gólv, bilgravir, lyftarar, sproytikabina, verkstaður við testarum, avbalseringum og luftamboðum. Tað kann næstan ikki beskrivast, hvussu vit føldu okkum tá. Hetta var flottasta og best útgjørda bilverkstað í landinum. Vit høvdu umklæðingarrúm, brúsur og eina kantinu, - hetta var ein heilt nýggj verð fyri okkum”. Eins og Eivind av Reyni hugleiddi Heðin Mortensen eisini um bilasølurnar og smiðjurnar í Havn, tá hann stóð í læru. Aftaná røðuna hjá Heðini sang Leila av Reyni.
Auto Service hevur nú nógv pláss at ráða yvir. Grundøkið er upp á yvir 9.000 fermetrar og sjálvur bygningurin er upp á umleið 2.500 fermetrar. Pláss er fyri yvir hundrað bilum á økinum. Framsýningarhøllin er tann størstu av sínum slagi í landinum – ljós og innbjóðandi. Pláss er fyri 18 – 20 bilum. Eisini er ein nýggj høll gjørd til klárgering av nýggjum og brúktum bilum.
Fyritøkan umboðar fýra bilmerkir: Opel, Peugeot, Nissan og Saab. Árni Rasmussen er stjóri hjá Auto Service.