Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Eitt av átøkunum, sum Løgtingið hevur samtykt, er at tann sum innflytur ein elbil fær endurrindað mvg upp til 70.000 krónur. Tað merkir, at ein elbilur, sum kostar minni enn 350.000 krónur, als ikki skal rinda mvg. Harafturat rinda elbilar heldur ikki gatt-toll. Bilar, sum eru framleiddir í londum, sum Føroyar ikki hava handilssáttmálar við – eitt nú lond uttan fyri ES, rinda annars átta prosent í gatt-tolli. Men tað gera el-bilar heldur ikki.
Lógin er tíðaravmarkað, og hon fer úr gildi á nýggjárinum.
– Men hon verður longd.
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
– Vit arbeiða við málinum, og tað verður borið í tingið í næstum. Men eg ætli mær at broyta lógina soleiðis, at afturberingin av mvg minkar stigvíst, tí einaferð skulu elbilar aftur rinda mvg sum aðrir bilar, sigur landsstýrismaður.
Hann fær ikki sagt enn, hvussu langt tíðarskeiðið skal vera, til mvg-afturberingin skal minka, tí tað eru tey við at fyrireika. Men eyðsæð er, at fyribils skal lógin eggja fólki at keypa elbilar, sigur Jørgen Niclasen.