?El Clasico? í finaluni

Hon verður av teimum flestu mett sum tann størsta uppgerðin í heiminum ? Barcelona móti Real Madrid. Uppgerðin millum risarnar úr Spania er doypt ?El Clasico? og tvær ferðir hvørt kappingarár, fáa fótbóltsáhugaði møguleikan at njóta hesa uppgerðina. Hetta kappingarárið eru tey fótbóltáhugaði so vælsignaði, at tað nú verður ein triðja uppgerð.

 

Barcelona vann samanlagt 8-0 á Almeria. Teir vunnu 5-0 í fyrru hálvfinaluni og í kvøld vann Barcelona so 3-0. Málini skoraðu Adriano, Thiago og Ibrahim Afellay, sum júst er komin til Barcelona frá PSV í Hollandi.

 

Real Madrid vann fyrru hálvfinaluna 1-0 á útivølli móti Sevilla. Í kvøld vunnu teir 2-0 á Santiago Bernabeu. Mesut Ozil og Emmanuel Adeayor skoraðu fyri kongaliðið.

 

Liðini vóru seinast í steypafinaluni í 1990, tá vann Barcelona 2-0.