76 ára gamli Zambada var í mong ár ein av leiðarunum í gitna Sinaloa-kartellinum saman við Joaquín "El Chapo" Guzmán.
Dómurin fall við einum dómstóli í New York, skriva Reuters og AFP.
Í fjør játtaði El Mayo seg sekan í fleiri ákærum eftir eina avtalu við amerikanska løgmálaráðið. Hann viðgekk millum annað, at hann í áratíggju hevði sent fleiri milliónir kilo av kokaini úr Meksiko til USA.
Við játtanini slapp hann undan deyðarevsing.
Í rættinum mánadagin helt El Mayo eina óvæntaða røðu á sponskum, har hann játtaði, at hansara gerðir høvdu elvt til stóran skaða.
– Eg standi framman fyri tykkum í dag og veit, at tað, eg havi gjørt, hevur sært nógv fólk. Eg valdi hesa leiðina, og eg skilji, at eg nú verði drigin til svars fyri tær avgerðirnar, segði hann.
Hann segði eisini, at hann vaks upp í einum umhvørvi, har harðskapur og kriminalitetur vóru vanlig, men legði dent á, at tað ikki var nøkur umbering.
– Til komandi ættarliðið vil eg siga: Veljið eina aðra leið, segði hann.
Umframt lívlangt fongsul er Zambada dømdur at gjalda 15 milliardir dollarar í bót, svarandi til umleið 98 milliardir krónur.
El Mayo varð handtikin í juli 2024 saman við Joaquín Guzmán López, einum av sonunum hjá "El Chapo", tá privatflogfar teirra lendi í amerikanska statinum New Mexico.
"El Chapo" sjálvur hevur sitið í amerikonskum fongsli síðani 2019, har hann eisini avsónar lívlangan dóm.











