Ein arbeiðsbólkur skal nú útgreina, hvussu eldraøkið skal skipast í Klaksvík í framtíðini.
Eftir ætlanini skulu kommunurnar yvirtaka eldraøkið í 2014. Klaksvíkar kommuna ynskir tí at fáa eitt gott grundarlag til at kunna taka støðu útfrá og fyri at vita, hvat tað kemur at kosta.
Sambært forkvinnuni í sosialu nevnd skal hesin bólkurin at koma við eini lýsing og einum tilmæli um, hvussu eldraøkið í Norðoyggjum skal skipast og hvør tørvurin er og hvør tørvurin verður í framtíðini.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at bólkurin skal vera liðugur við arbeiðið sítt 1. september í ár.
Í bólkinum sita fimm fólk, og er tey:
1. Elsba Lützen, økisleiðari hjá Nærverki í Norðoyggjum,
2. Annika Vágsheyg, leiðari fyri Norðoya Ellis- og Røktarheim,
3. Einar Klakkstein, visitator innan eldraøkið,
4. Eyðbjørg Joensen, fysioterapeutur hjá Nærverki, og
5. Jancy, sosialdeildarleiðari hjá Klaksvíkar Kommunu.
Haraftrat verður Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, eygleiðari í arbeiðsbólkinum.
Jancy Biskopstø Klein er forkvinna í arbeiðsbólkinum.