Ein lønarhækking í nútíðar pengum upp á 15.340 krónur, altso úr 27.536 krónum upp í 42.875 krónur ella ein hækking upp á góð 55 prosent.
Gullrandaða pensjónin hjá politikarum okkara fylti tó 30 ár fyrr í ár, tí tá kom lógin í gildi, sum gav tingfólki rætt til eftirløn. Eftir sekstan ár á tingi, hevði tingfólk rætt til 90 prosent av lønini í pensjón. Í dagsins pengum er tað slakar 25.000 krónur.
Eftir at fullveldissamgongan varð skipað í 1998, tá nýggja stýrisskipanin og tingskipanin vóru komnar í gildi, har eitt nú løgtingsformaðurin varð lyftur upp í tign, valdi løgtingsformansskapurin at broyta lønina hjá tingfólki. Lønarhækkingin var í einum um 55 prosent. Og samstundis gjørdist gullrandaða pensjónin uppaftur betri, tí nú fingu tingfólk rætt til 60 prosent av lønini í pensjón, tá tey høvdu sitið 16 ár á tingi.
Men tað margháttliga var, at Løgtingið valdi, at broytingarnar skuldu hava afturvirkandi kraft. Men tó bara so, at tingfólkini, sum sótu í 1999, sjálvi vórðu umfatað av lógina. Ikki tey, sum høvdu sitið áðrenn. Tað vil siga, at tingfólk tóku støðu til at hækka sína egnu løn og sína egnu pensjón. Tað nátúrliga hevði verið, at lógin kom í gildi eftir næsta val, so sum gjørt er seinni. Men hesaferð var talan um stóra lønar- og pensjónshækking, og tá viga persónligu fyrilitini helst meira hjá tingfólki.
Í 2018 hækkaði Løgtingið pensjónsaldurin hjá øllum føroyingum, uttan hjá politikarum. Teir hava framveigs pensjónsaldur upp á 67 ár og hjá summum, sum hava sitið nóg leingi, 60 ár. Við fullari pensjón.
Tað er ein øgilig byrða, sum Løgtingið harvið legði á landskassan við hesi avgerð, sum sambært landsroknskapinum kostar 425 milliónir krónur. Tí pensjónirnar eru lívlangar, og tað merkir, at øll tingfólk, sum hava sitið á tingi í minst eitt ár, eiga løn frá Løgtinginum restina av lívinum, tá tey koma til pensjónsaldur. Fyri tey kann tað tí vera fullkomiliga líka mikið, um fólkapensjónsaldurin so verður 75 ella 80 ár. Tí tey sleppa undan – enn í øllum førum.
Nú eru fimm ár síðani fólkapensjónsaldurin varð hækkaður. Tað sigur seg sjálvt, at tingfólk skulu javnsetast við øll onnur – eisini við hækkaðumm pensjónsaldri.