Klaksvík:
Eitt tiltak fyri eldri var í Skálanum mikukvøldið. Byrjað varð klokkan 17 við borðhaldinum. Borðreitt varð við smurdum breyði og felagssangurin rungaði eftirí.
Umframt at nýta heftini, ið vórðu gjørd í sambandi við eldrahugnaløtuna úti í Grøv fyrr í summar, hevði eldrabólkurin funnið fram nakrar sokallaðar gamlar, danskar "slagarar". Alex Sólstein spældi undir.
Hans Eli Hansen las upp eina ferðafrásøgn. Eina gamla frásøgn um ein túr úr Fugloynni til Havnar. Tað stuttliga við henni var, at hon av røttum vísti munin á ferðasambandinum í dag og fyrr.
Túrurin frá Fugloynni til Havnar tók níggju dagar, og viðkomandi skuldi verða í Havn í átta dagar. Hetta var ein sera stuttlig frásøgn.
Og so kom eitt par, Regin og Birta Rasmussen, at spæla harmoniku.
Tað seinasta á skránni var dansibólkurin Dansihugni. Tey sýndu fram nakrar av teirra dansum, og tað lá væl fyri hjá teimum.
Góð undirtøka
Forkvinnan í áhugabólkinum fyri tey eldru í Norðoyggjum, Gerda Absalonsen, sigur, at tey eru sera vælnøgd við undirtøkuna fyri tiltøkunum, sum tey hava skipað fyri.
? Tey møta serstakliga væl upp, og tað koma bara meira og meira fyri hvørjaferð, sigur hon. So her er uttan iva talan um teir smáu ringarnar í vatninum, sum spreiða seg. Eldrabólkurin hevur verið til síðani í 1999, og tey hava millum annað skipa fyri trimum hugnaløtum um árið. Eina um várið og eina um heystið. Og so uttandura hugnaløtuna, sum plagar at vera úti í Grøv á hásumri.
Gerda fegnast um, at tiltøkini verða so væl móttikin, og hon sigur, at við hesum røkkur áhugabólkurin einum stórum parti av sínum endamáli.