Eldraøkið: Ov fá starvsfólk, ov stórt einsemi

Miðlahúsið varpar í hesum døgum ljós á eldraøkið. Hesa vikuna seta vit fokus á lívið á ellis og røktarheimum. Les meira í Vikuskiftis Sosialinum og í Sosialinum mánadagin. 

 

- Nú er eitt ár síðani kommunurnar yvirtóku eldraøkið, men eg dugi ikki at síggja nakra stórvegis broyting. Framvegis hava vit bert stundir til tey basalu tingini, meðan mong búfólk sita í einsemi, tí tey verða ikki stimbrað nóg nógv, sigur Mary Antonsdóttir, álitisfólk á Tjarnargarði í Havn. 

 

Í januar í fjør gjørdi Sosialurin eitt tema um eldraøkið. Tá varð tosað við Mary Antonsdóttir, sum fýltist á lívið hjá okkara elstu borgarum á ellisheimum. Hennara størstu atfinningar vóru tá, at ov fá starvsfólk vóru um tey gomlu, og at tað leiddi til, at tey gomlu ikki fáa nógv meir enn ta mest grundleggjandi røktina. Í dag er støðan ikki stórvegis broytt, heldur Mary. 

 

Vit eru framvegis ov fá starvsfólk. Vit royna okkara allarbesta, at skapa innihald í lívið hjá teimum gomlu, men tað er ikki stórvegis tíð til at sita við teimum og geva teimum nærveru, sigur Mary. 

 

Fyri hana er tað trupult at góðtaka støðuna, tí tað ávirkar hugin at fara til arbeiðis. 

 

- Tað er hart at síggja, hvussu einsamøll summi búfólk eru. Summi sita bara og stara í í tóma luft fleiri tímar um dagin. Høvdu vit verið fleiri starvsfólk, so hevði tað ikki hent, sigur Mary. 

 

Vit hava ymsar aktivitetir, sum t.d sang, dans, bindiklubb, gudstænastu og bingo. Eg sjálv skipi fyri nøkrum av teimum størru tiltøkunum, har avvarðandi verða bjóðaði á stovnin, at vera saman við sínum gomlu. Tey tiltøkini eru eina ferð um mánaðin og eru væl vitjaði. 

 

At starvsfólk á eldraøkinum ger sítt allarbesta, er Mary ikki í iva um. Tað eru ikki starvsfólkini, sum ikki gera sítt arbeiðið – tað eru myndugleikarnir, sum ikki síggja tørvin á, at hava fleiri starvsfólk. 

 

- Á mínari lon eru vit trý starvsfólk, 5 tímar um dagin, men meginpartin av degnum, eru bert tvey og so ein náttarvakt. Tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki nóg mikið til eina deild við 12 búfólkum, sigur Mary. 

 

Les meira í Sosialinum, sum kemur á gøtuna í morgin, mánadagin.