Tað skrivar Ríðisamband Føroya í morgun:
– At høll og rossahús eru komin upp at standa er mest hesum monnunum á myndini fyri at takka. Uttan hesar eldsálirnar og øðrum sjálvbodnum, so var enn eingin ríðihøll í Vágum, skrivar Ríðisamband Føroyar.
– Tí fór Ríðisambandið á vitjan seint í gjárkvøldið at geva teimum eina lítla heilsan, sum virðismeting fyri stóra arbeiði teir hava gjørt fyri ríðingina í Vágum. Hóast klokkan var 10 fríggjakvøld, vóru teir alllir í høllini og arbeiddu.
Teir hava við kassameistaranum Regini Poulsen eisini gjørt eitt risa arbeiði við at skaffa stuðlar og aðra hjálp til høllina. Hetta arbeiði er so væl gjørt, at nú høllin stendur liðug er eingin skuld í høllini, og hon er ogn hjá Vága Ríðingarfelag.
Høllin, ið er í Miðvági, letur alment upp klokkan 12 í dag, tá kendi reiðmaðurin, Svenning Reinert, fer at ríða inn í høllina. Aftaná verður alment tiltak, har fólk fáa høvið at síggja høllina og ymisk dýr verða at síggja, umframt hoppiborgir o.a.