Stórur skaði hendi umborð á línubátinum Grunningi av Strondum, tá eldur kom í, meðan skipið lá við bryggju í Sørvági hóskvøldið.
Tað tók umleið ein hálvan tíma frá tí, sløkkiliðið í Sørvági kom á staðið, til tamarhald var fingið á eldinum.
Kristian Olsen, sløkkiliðsleiðari í Sørvági, sigur, at hann fekk fráboðan frá Alarmsentralinum klokkan 22.25 um, at boðað var frá royki umborð á Grunningi, sum lá við bryggju í Sørvági.
Fimm minuttir seinni vóru seks sløkkiliðsmenn úr Sørvági á staðnum, og hinir seks, sum mannað sløkkiliðið, vóru skjótir.
Samstarv
Greitt var beinanveg, greiðir Kristian Olsen frá, at roykurin var so nógvur umborð, at neyðugt varð við fleiri roykkavarum, enn teir hava í Sørvági. Tí boðsendi hann beinanveg sløkkiliðnum í Miðvági-Sandavági. Umframt fingu teir eisini hjálp frá sløkkiliðnum á flogvøllinum, sum eitt nú fylti luftfløskur o.t. fyri teir, sigur Kristian Olsen.
Hann sigur, at tað var eitt sindur torført at fara umborð, tí í fyrsta lagi var skipið stongt, og í ørðum lagi var tað trongt. Umframt at menninir vóru ókendir umborð.
?Har var øgiliga nógvur roykur og varmi umborð, greiðir sløkkiliðsleiðarin í Sørvági frá. Og tað vóru alla tíðina skammlop ymsastaðni, tá teir ymsu elektrisku leidningarnir brunnu av.
Hann greiðir frá, at eldurin eftir øllum at døma er kyknaður í kabússuni. Gallan er farin fyri einki. Tað sama er við messuni og brúnni.
?Alt á brúni er oyðilagt. Annahvørt av eldi ella hita greiðir Kristian Olsen frá. Stutt sagt er alt afturskipið, sum tað er omandeks, farið fyri einki, sigur hann. Á dekkinum hevur hitin eisini gjørt stóran skaða á alt, sum gjørt er úr aluminium. Kør og kassar, egningarmaskina og tílíkt. Línan, sum hekk í skúrinum, er eisini farin fyri einki.
Alt skipið er illa herjað av royki. Har, sum eldur og varmi ikki hava gjørt um seg, hevur roykurin verið. Tó sigur hann, at maskinrúmið sá hampiligt út.
Fleiri mánar
Tað kann fara at taka fleiri mánar at umvæla skaðan, sum Grunningur fekk av eldinum, metir Kári Hansen, reiðari.
Hann var í Sørvági, meðan eldur var í skipinum. Hann varð borsendur, eftir at fráboðanin var komin til alarmcentralin.
?Tað kendist sum at fáa nevan á kjaftin og ikki fáa sligið aftur, sigur Kári Hansen. Her hevur man gingið í eini tjúgu ár umborð, og so fer alt eftir eini løtu. Tað er hugstoytt, sigur hann.
Kári Hansen hevði, tá Sosialurin tosaði við hann fríggjamorgunin, ikki nakað endaligt yvirlit yvir støðuna. Sýnsmennini høvdu enn ikki verið umborð, so støða varð ikki tikin til nakað sum helst.
?Tað einasta, sum greitt er í løtuni, er at 12 mans nú standa uttan arbeiði, sum støðan er, sigur hann.
Grunningur lá mannleysur, tá eldurin kyknaði umborð. Manningin var fain av skipinum einar fýra tímar áðrenn fráboðanin um royk kom.