EM: Sponsku heimsmeistararnir vunnu stórsigur á Belgia

Spania hevur tryggjað sær pláss í fjórðingsfinalunum

Mynd: Ritzau Scanpix

Í dag var annað umfar í innleiðandi bólki B leikt í EM-endaspælinum í fótbólti hjá kvinnum í Sveis.

 

Á Stockhorn leikvøllinum í Thun vunnu sponsku heimsmeistararnir stórsigur 6-2 á Belgia. Belgia megnaði at javna til bæði 1-1 og 2-2, men eftir 3-2 málið koyrdi tað sum eftir ánni hjá Spania. Við sigrinum hevur Spania tryggjað sær pláss í fjórðingsfinalunum.

 

Í sama bólki leiktu Italia og Portugal javnleik 1-1 á leikvøllinum í Genéve.

 

Spania hevur seks stig. Italia hevur fýra stig. Portugal hevur eitt stig, og Belgia hevur einki stig. Belgia hevur sostatt ongan møguleika at røkka fjórðingsfinalunum. 

 

Í morgin verður annað umfar leikt í bólki C. Klokkan 17 spæla Danmark og Týskland, og klokkan 20 spæla Pólland og Svøríki. Týskland og Svøríki hava trý stig hvør, meðan Pólland og Danmark einki stig hava. Tí er stórt trýst á Danmark og á Póllandi.

 

Spania-Belgia 6-2 (2-1)

1-0 Alexia Putellas ('22 )

1-1 Justine Vanhaevermaet ('24 )

2-1 Irene Paredes ('39 )

2-2 Hannah Eurlings ('50 )

3-2 Esther Gonzalez ('52 )

4-2 Mariona Caldentey ('61 )

5-2 Claudia Pina ('81 )

6-2 Alexia Putellas ('86 )

 

Portugal-Italia 1-1 (0-0)

0-1 Cristiana Girelli ('70 )

1-1 Diana Gomes ('89 )

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix