Fríggjakvøldið var sløkkiliðið í Havn boðsent til ein eldsbruna hjá bilfyritøkuni Reyni Service.
Talan var um ein eld í eini luftskipan í sproytukabinuni, men talan var ikki um nakran størri eld.
Eldurin varð sløktur, áðrenn hann slapp at breiða seg ella gjørdi størri skaða.