Klokkan 21.30 fekk løgreglan boð um eld í einum bygningi í Ánunum. Sløkkilið og politi var skjótt á staðnum, og nú ein tíma seinni er tamarhald fingið á støðuni.
Eldurin er kyknaður í ovaru síðu á bygninginum, og hóast talan er um ein stóran bygning, hevur eldurin verið rímiliga avmarkaður.
- Sløkkiliðið hevur fingið tamarhald á støðuni, men hildið verður fram við sløkkiabeiðinum, til alt er sløkt. Vit hava ikki frætt um nakran mannskaða, sigur vakthavandi á politistøðini.