Eldur í tveimum bilum í gjár

Leirvíkstunnilin var stongdur í hálvanannan tíma

Í gjár fekk alarmsentralurin á politistøðini tvær ferðir boð um, at eldur var í bili. Tann fyrra var, tá eldur var í einum bili í Leirvíkstunlinum.

Tað var klokkan 11:58, at løgreglan fekk boð um, at eldur var í einum bili í Leirvíkstunlinum.

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn greiðir í morgun frá, at talan var um ein bil hjá heimarøktini, og at eldurin bara var í motorrúminum. Tað eydnaðist sløkkiliðnum at sløkka eldin, áðrenn hann breiddi seg til allan bilin.

Bilførarin slapp úr bilinum og fór til gongu móti tunnilsmunnanum. Hon hevði koyrt umleið ein kilometur inn í tunnilin, tá óhappið hendi. Hon kom út úr tunlinum í øllum góðum.

Aftur klokkan 14:40 kom fráboðan um, at eldur var í einum bili. Hetta var í Søldarfirði, at eldur kom í bil, sum koyrdi har. Boð vóru eftir sløkkiliðnum, og átaksleiðarin var skjótur á staðið, tí hann var staddur nærhendis. Eldurin var skjótt sløktur við einum eldsløkkjara í einum bussi, sum kom framvið.