Fyri løtu síðani varð boðað frá eldi í einum lastbili, sum stóð parkeraður í grótbrotinum í Norðragøtu.
Enn er ikki greitt, hvør orsøkin er til eldin. Men bilurin hevur ikki koyrt síðani einaferð í morgun.
Eldur er inni í stýrhúsinum á bilinum, sum er illa farin av eldinum.
Sløkkiliðið í Eysturkommunu var skjótt á staðnum við tveimum brandbilum, og teir hava fingið tamarhald á eldinum, sum verður sløktur hvørja løtu.