Skótasmáttan við Leynavatn fór so illa av eldi um vikuskiftið, at hon má takast niður. Smáttan var ikki tryggjað.
Árliga Leynavatnsstevnan var leygardagin. Vanligt er, at skótar og ríðingafólk skipa fyri. Men í ár var stevnan broytt, og skótarnir vóru ikki við. Hetta var fyrsta árið, skótarnir ikki hava luttikið á Leynavatnsstevnuni.
Limir í Føroya Ríðingafelag fóru fríggjakvøldið, sum vanligt er, við rossum og tjøldum á stevnustaðið við Leynavatn. Tjaldað varð við vatnið, og rossini fingu høvi at hvíla fyri kappríðingina, sum skuldi verða leygarkvøldið.
Men onkur var, sum ikki hevði tjald við. Nakrir av hesum hildu til í skótasmáttuni, sum vanliga hevur staðið opin. At hon stóð opin, komst av, sigur Jógvan í Dali, kassameistari hjá gulu skótunum í Havn, at herverk ofta varð framt móti smáttuni. Brotnir rútar og tílíkt. Tað batnaði, tá smáttan var latin óstongd.
Her hava so fólk verið inni og hava kynt við tí olju, sum inni var. Tá oljan var uppi, varð roynt við føstum brenni, sum grillkoli og timbri. Men tað kláraði ovnurin ikki, og allur norðari endin er brendur úr húsinum.
Skaðin er hendur tíðliga sunnumorgunin, meðan fólk var í húsinum. Boðað varð frá, og sløkkiliðini úr Kvívík, Kollafirði og úr Havn komu á staðið. Tað tók tveir tímar at sløkkja.
Smáttan var ikki tryggjað, so tað er ein ordiligur smeitur fyri skótafylkið, nú hon er brunnin. Kassameistarin hjá skótunum veit ikki at siga í løtuni, hvussu verður við endurgjaldskravi. Hóast tað vóru limir í Føroya Ríðingafelag, sum vóru í húsinum, tá tað brann, verður helst ringt at ábyrgda felagið fyri skaðan. Um endurgjaldskrav verður reist, verður tað helst persónligt krav móti monnunum, sum vóru í húsinum, tá eldur kom í. Men hetta er mál, sum juristar mugu gera av, sigur Jógvan í Dali, kassameistari hjá Skótafylki Sigmunds Brestissonar.