Eldurin kostað 11 monnum lívið

Eldurin á føroyska frystitrolaranum, Hercules, sum fiskar í Kyrra Havi, hevur kostað 11 monnum lívið - Tað er við stórari sorg og djúpari samkenslu, at reíðaríið nú kann greiða frá, at eldurin umborð á Hercules, hevur kostað 11 monnum lívið.

Tað sigur Gunnbjørn Joensen á reiðaríðnum, Thor í Hósvík, sum eigur skipið, beint nú í einum tíðindaskrivi

Hann sigur, at ein maður er funnin deyður og 10 eru ikki komnir afturíaftur.

Hvaðani teir eru, verður fyrst greitt frá, tá ið tey avvarðandi hava fingið boð.

- Vit eru nú við at savna allar teir 105 bjargaðu mennirnar umborð á Poseidon, frá teimum 4 skipunum, sum vóru við í bjargingini í nátt.

Í morgin verður eitt skip frá Chiliensku sjóverjuni á staðnum og teir koma at flyta teir bjargaðu mennirnar til lands.

Eitt flogfar frá Chiliensku sjóverjuni hevur verið á staðnum seinrapartin.

Eldurin hevur nú breitt seg um alt skipið og vandi er fyri, at tað ikki stendur

til at bjarga, sigur Thor.

Tað var klokkan fýra í nátt, at eldur kom í umborð á Hercules.