Electricity Checker hjálpa fólki at spara streym

Fríggjamorgunin vóru FM-vinnararnir í íverksetan á vitjan hjá borgarstjóranum í Runavíkar kommunu. Magnusi Rasmussen

Teir fýra næmingarnir í 10. flokki í Skúlanum við Løkin, Rógvi Langgaard, Betu­el Reinert Hansen, Elsa Skoubo Jacobsen og Bárð­ur Johannesen, vórðu sam­an við lærara sínum í íverksetanarbreytini, Ás­birna Berthelsen, skúla­stjóra­num, Duritu P. Joensen og vara­skúla­stjóra­num, Ing­var­di Lamhauge, boð­in til ein drekkamunn í bý­ráðs­­sali­­num í samband við, at tey vunnu skúla FM í íverk­­setan fyri góðari viku síða­ni.
Fryntligi borgarstjórin bjóðaði vælkomin og hand­aði teimum gávur.
- Síðani fór prátið víða um íverksetan og skúlaskap. Næmingarnir eru nú spentir upp á sína víðari skúlagongd, nú tíðin í fram­haldsdeildini fer at halla.
Bólkurin Electricity Check­er vann skúla FM í íverk­setan við einum appi, sum kann hjálpa fólki at spara streym við neyvt at siga, hvussu nógvan streym ym­isku tólini í heiminum brúka.