Tá Gunnvá Zachariasen í kvøld trínur á pall í leiklutinum sum Elektra til frumsýningina av leikinum við sama navni á Tjóðpallinum, er tað ein serlig løta fyri roynda leikaran.
- Hetta er ein risastórur leiklutur. Fyri kvinnuligar sjónleikarar er hetta ein ynskileikur, eins og Hamlet er fyri mannfólk. Shakespeare hevur enntá fingið íblástur frá Elektru til Hamlet. Serliga tá eg var yngri, hugsaði eg mangan, at tað hevði verið feitt at spælt Elektra, sigur Gunnvá Zachariasen um høvuðsleiklutin í sjónleikinum.
Elektra er skrivaðu av grikkanum Sofokles fyri umleið 2.500 árum síðan og er mettur at vera ein av gomlu klassikarunum innan sjónleik. Leikurin snýr seg um Elektru, eina kongsdóttur, ið syrgir deyða faðir sín, ið varð dripin av konu og beiggja sínum.
- Elektra er ein øgiliga sterk kvinna. Hon er í eini veikari støðu, har øll odds eru móti henni. Hon syrgir yvir deyðan hjá faðir sínum, samstundis sum hon livir í húsinum, har mamman hevur gift seg við drápsmanninum hjá pápanum, greiðir Gunnvá Zachariasen frá og leggur afturat.
- Elektra livir í eini støðu, har hon hvønn dag verður tvungin at yvirgeva seg einum valdsharra, men sýtir fyri tí. Á tann hátt er hon sterk, tí hóast hon livir sum trælur, so sýtir hon fyri at geva upp. Hon slakar ikki, og noktar at geva seg, hóast onnur heita á hana at koma víðari við lívinum.
Elektra hevur frumsýning á Tjóðpallinum í kvøld. Leikararnir eru Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð, Durita Dahl Andreassen, Hjálmar Dam og Beinta Clothier. Kim Dambæk er leikstjóri, Jan de Neergaard hevur gjørt pallmynd og búnar, Joachim Holbek stendur fyri ljóðmyndini, og Turpin Napoleon Djurhuus stendur fyri ljósdesign og video.