Elektron ger klárt til umfatandi broytingar

Eftir meira enn 40 ár sum tøkniliga grundarlagi undir føroyska peningaheiminum, fer Elektron í 2009 at verða uttan bindingar. Og fyritøkan hevur stórar framtíðarætlanir, har ið vitan og førleikar innan menning og rakstur av KT-skipanum til fíggjarheimin skulu verða grundarlag undir øktum útflutningi.

Tað ljóðar ótrúligt, men satt er tað: Hvør einasta króna í Føroya landi flytir av landinum í 2009. Nei, tað snýr seg hvørki um hundraðkrónuseðlar, 20-krónur ella myntir av nøkrum slag. Flytingin umfatar øll tey bits og bytes, sum tilsamans ímynda tær milliardirnar av krónum og oyrum, sum standa á konto í føroysku peningastovnunum.

Sum er liggur henda risastóra, talgilda upphædd á ambætarum hjá Elektron í Havn, men har verður peningurin ikki liggjandi. Elektron hevur nevniliga gjørt sáttmála við donsku fyritøkuna Bankernes EDB Central (BEC) um at yvirtaka tann grundleggjandi raksturin av at goyma allan henda ágóðan.

Orsøkin til útflytingina er einføld: Tað gerst alt torførari hjá Elektron at lúka tey alsamt vaksandi, altjóða krøv, sum verða sett til dátumiðdeplar innan fíggjarligan rakstur.

- Vit hava fýra peningastovnar at taka okkum av. BEC hevur 70 av teimum donsku stovnunum sum kundar. Tað er heilt innlýsandi, at tað er munandi lættari hjá BEC enn hjá Elektron at veita einadygdargóða og - ikki minst - bíliga tænastu til føroysku peningastovnarnar, sigur Sámal Samuelsen, kundaábyrgdari hjá Elektron.

Sáttmálin, sum Elektron fer at undirskriva seinni í ár, verður uppá eina trýsiffraða milliónaupphædd yvir fimm ár.

 

Flytir í 2009

Fyrr í ár var eitt sokallað Letter of Intent undirskriva millum Elektron og BEC. Hetta skriv er ein fyribils avtala um, at Elektron útveitir stórstapartin av veitingunum til føroysku peningastovnarnar til BEC. Harumframt er avtala, at Elektron skal verða tann forlongdi armurin hjá BEC í Føroyum í fyribils fimm ár. Seinni verður veruligur sáttmáli gjørdur.

Undirskriftin var startskotið til ta risastóru verkætlan, sum liggur fyri framman. At flyta so umfatandi mongdir av viðkvomum upplýsingum er alt annað enn gerandiskostur. Bæði hjá BEC og Elektron eru tey so smátt farin at fyrireika flytingina, sum eftir ætlan fer fram einaferð í 2009. Onki ítøkiligt evstamark er ásett enn.

 

Meira útflutningur

Íðan, hvat so við Elektron? Verður hetta so byrjanin til endan?

- Als ikki, sigur Sámal Samuelsen.

- Í og við at vit verða forlongdi armurin hjá BEC, koma vit at veita tænastur til føroysku peningastovnarnar og aðrar kundar hjá BEC. Vit sleppa tó undan nøkrum av teimum krevjandi lóg og sektorkrøvunum, sum eru blivnar ov tungar fyri Elektron og føroysku peningastovnarnar at gera einsamallar, sigur Sámal Samuelsen.

Hann greiðir frá, at Elektron higartil hevur verið eitt sonevnt ”costcenter” - ein fyritøka, sum gott nokk hevði fastar og góðar avtalur, men sum einamest skuldi syrgja fyri álítandi og bíligum rakstri og tænastum til peningastovnarnar.

Framyvir skal Elektron verða eitt ”profitcenter” - ein fyritøkua, ið skal virka undir teimum korum, sum eru á marknaðinum, við somu møguleikum sum aðrar fyritøkur.

- Vit hava tryggja okkum virksemi tey næstu fimm árini. Í hesum tíðarskeiðinum er ætlanin hjá Elektron at gagnnýta teir sera umfatandi førleikar og vitan, sum vit jú hava innan KT-veitingar til fíggjarheimin, til í minsta lagi at tvífalda um virksemi til kundar innan fíggjarheimin. Ein skal hava í huga, at Elektron hevur gjørt og rikið skipanir til peningastovnar í 43 ár, og vit hava tí stóra vitan um alla ta tøkni og ta kervi, sum er grundarlagi fyri fíggjarligum KT. Hesa vitan fara vit at gagnnýta til øktan útflutning - í fyrsta lagi til Danmarkar í 2009, sigur Sámal Samuelsen.

 

Førleikar í toppklassa

Hann peikar á, at tað er sera sjáldan, at ein fyritøka við so hollari vitan um KT innan fíggjarheimin sleppur sær av við allar bindingar. Hetta ger, at Elektron verður ein sera kappingarførur leikari við einum førleikastøðið í toppklassa.

- Í Danmark eru tilsamans seks dátumiðdeplar til peningstovnar, harav fýra eru felags. Harafturat eru nakrar ráðgevingarfyritøkur á marknaðinum, so har er nakað av kapping. Ikki nakar breiður marknaður, men ein marknaður við stórari keypiorku. Eg loyvi mær at halda, at ongin onnur sjálvstøðug fyritøka á hesum marknaði hevur sama førleikastøðið sum Elektron, sigur Sámal Samuelsen.

 

(boks)

Tíðarætlan

Letter of Intent var undirskriva við Bankernes EDB Central (BEC) í juni í ár. Beint nú er umfatandi greining av verkætlanini í gongd, sum skal geva eina mynd av, hvussu stór uppgávan er, og hvat hon krevur. Greiningararbeiðið verður væntandi liðugt í heyst, og tá verður sjálv verkætlanin fyrireika. Onki evstamark er ásett fyri, nær BEC hevur allar tær peningaligu dáturnar úr Føroyum í hendi, men verkætlanin skal í øllum førum verða liðug einaferð í 2009.

 

 

 

 

Stutt um BEC

Bankernes EDB Central er eitt samstarv ímillum 70 peningastovnar við einum felags tørvi fyri at keypa KT-veitingar. Umframt teir 70 peningastovnanar umfatar kundalistin fleiri hundrað fíggjarligar fyritøkur. Kjarnuførleikarnir hjá BEC eru menning og rakstur av ymiskum loysnum til fíggjarvinnuna. BEC er ein sonevndur ”full-service” KT-depil, sum bjóðar fram eina blanding av egnum og keyptum loysnum, alt eftir hvat kundin hevur tørv á. BEC hevur 900 starvsfólk, og umsetti fyri 1 milliard krónur í 2007. Heimasíða: www.bec.dk

 

Stutt um Elektron

P/F Elektron varð stovnað í 1965 av peningastovnunum og tryggingarsambandinum, við tí endamáli at veita eigarunum elektroniskar bókhaldstænastur. P/F Elektron veitir í dag KT-tænastur til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og vinnuvirkir. Elektron bjóðar millum annað skipanarloysnir umframt infrastruktur- og hostingtænastur. Stívliga 90 fólk eru í starvi hjá Elektron, sum umsetti fyri 64,5 milliónir krónur í 2007.

Heimasíða: www.elektron.fo