Elektron við nýggjum samleika

- Vit vilja vísa, at Elektron er ein nútíðar virkisfúsin og seriøs KT-fyritøka, sum bjóðar seg fram bæði í Føroyum og á altjóða marknaðinum, sigur Richard Mortensen, varastjóri á Elektron Ein avspegling av ambitiónum um vøkstur ? eisini uttan fyri landoddarnar

Elektron broytist í hesum døgum frá at hava verið ein fyritøka eina mest tengd at sínum eigarum - føroysku peningastovnunum og tí almenna - til at vera ein KT veitari í fríari kapping.

Broytingarnar á Elektron verða staðfestar við einum nýggjum sjónligum samleika; nýtt búmerki og nýggj heimasíða.

- Nýggi samleikin skal staðfesta nýggjar tíðir á Elektron, sum í dag bjóðar seg fram at veita KT tænastur til vinnulívið bæði í Føroyum og uttanlands. Fyritøkan hevur kanska í so nógv orð á sær at vera ein heldur stirvin og afturlatin veitari hjá serliga peningastovnunum. Hetta ynskja vit at broyta. Vit vilja vísa, at Elektron er ein nútíðar virkisfúsin og seriøs KT-fyritøka, sum bjóðar seg fram bæði í Føroyum og á altjóða marknaðinum, sigur Richard Mortensen, varastjóri á Elektron.

Í fjør løgdu Elekron og Samteld saman og styrkja harvið veitingarnar til tað almenna. Samstundis fær Elektron í næstum nýggjar og fleiri peningastovnskundar uttan fyri Føroyar og kemur framyvir at økja um útflutningin av KT vitan.

Sum Føroya størsta KT fyritøka byggir Elektron á sínar royndir á heimamarknaðinum og satsar upp á vøkstur komandi árini ? lutvíst sum útflytari av KT og lutvíst sum veitari av Hosting tænastum og IP telefoni.

Elektron hevur eisini gjørt ein nýggjan film, ið lýsir Elektron og hvat fyritøkan bjóðar innan Hosting og IP telefoni. Filmurin sæst á nýggju heimasíðuni hjá Elektron, www.elektron.fo.