Elframleiðslan í Føroyum er nú kolasvørt

Í løtuni framleiðis SEV bara el burtur úr olju

 

Góða veðrið seinastu dagarnar er ein avbjóðing fyri SEV, sum als einki fær burtur úr grønu framleiðsluni. Á heimasíðuni hevur SEV eina mynd, sum vísir, hvussu nógv el verður framleitt burtur úr ávikavist olju, vatni, vindi, biogassi og sól. Í løtuni er býtið soleiðis, at 99,8 prosent av elframleiðsluni er úr olju, 0,1 prosent úr vindi og 0,1 prosent úr sól.

Taka vit so meginøkið, sum er landið uttan Suðuroy og nakrar útoyggjar, so er framleiðslan í løtuni 100 prosent úr olju. Framleiðslan til meginlandið er 93,8 prosent av samlaðu framleiðsluni hjá SEV fyri alt landið beint nú.

Stóra avbjóðingin við grønu orkuni er at goyma orkuna. Tá tann avbjóðingin einaferð er loyst, kann SEV framleiða el "á goymslu", tá nógvur vindur og regn er. Ein ítøkilig ætlan í so máta er sonevnda pumpstorage verkið í Vestmanna, har vindmegi skal pumpa vatn niðan í byrgingarnar, so soleiðis at SEV kann framleiða el úr vatni, hóast tað ikki regnar. Men tað krevur, at so mikið av vindi er, at myllurnar mala.

 

##med2##

 

Taka vit framleiðsluna hjá SEV í Suðuroy burturav beint nú, so sær eitt litið sindur frægari, tí har er framleiðslan eitt vet grønari. Har er fyllir framleiðslan av el úr olju beint nú 96,7 prosent, úr vindi 2,1 prosent og úr sólorku 1,2 prosent.

##med3##