Eli og StÍF spæla fyri at vinna

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Fyri Eli Gærdum og StÍF var ikki talan um nakran óvæntaðan sigur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við annan málverjan hjá StÍF, Eli Gærdum aftaná Eli Gærdum og liðfelagarnir høvdu vunnið 22-21 (11-11) á KÍF í ítróttarhøllini á Skála fyrr í kvøld.

 

StÍF hevði ikki annað enn heiðurin at spæla fyri, men Eli Gærdum slær fast, at fyri hann og liðfelagarnar var tað ikki óvæntað, at teir vunnu á KÍF, sum hevði nógv meiri at spæla fyri í dystinum í kvøld. 

 

Eli Gærdum ger greitt, at StÍF ætlar at enda kappingarárið væl, og teir ætla at vinna tveir teir seinastu dystirnar, sum eru ímóti Neistanum í Havn (13. apríl) og heima ímóti Team Klaksvík (16. apríl).

 

Aftaná samrøðuna skuldi Eli Gærdum inn í umklæðingarrúmi at feira sigurin saman við liðfeløgunum. Eli Gærdum sigur, at StÍF kann ikki taka sær av trupuleikunum KÍF fekk av tapinum á Skála í kvøld.

 

Støðan í FTZ deildini : 

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H712259848311537
2VÍF226275844328
3KÍF225134734026
4Kyndil225945365825
5StÍF22577580-322
6Neistin21503534-3114
7Team Klaksvík21479701-2220