Elias er tilnevndur stóran heiður

Altjóða hondbóltssambandið, IHF hevur tilnevnt Elias Ellefsen á Skipagøtu til 2023 IHF Young Male World Player of the Year

Hondbóltssamband Føroya skrivar: - Fyri serliga góð og merkisverd avrik í 2023, hevur Altjóða hondbóltssambandið, IHF, tilnevnt Elias Ellefsen á Skipagøtu til 2023 IHF Young Male World Player of the Year. Elias er tilnevndur saman við Juri Knorr og Nils Lichtlein úr Týslandi.

 

Les meira um tilnevningarnar her:

 

https://www.ihf.info/.../2023-ihf-young-male-world-player...

 

Tað ber til at atkvøða um hvør skal vinna frá í dag fram til 11. mars. Neyðugt er at skráset seg fyri at atkvøða. Les meira um hvussu tað kann atkvøðast her:

 

https://www.ihf.info/.../voting-2023-ihf-world-player...