Fitt av føroyskum áskoðarum vóru til útidystin hjá Sävehof í bólki C í EHF European League móti krútsterka týska oddaliðnum í bólki C, Magdeburg. Magdeburg var sambært veddingarfyritøkunum stórur favorittur til at vinna dystin.
Sävehof gjørdi tað framúr gott tað fyrsta korterið, og var støðan tá javnleikur 7-7, men seinna korterið var Magdeburg omaná og var týska liðið á odda 17-13 í steðginum.
Sävehof togaði seg upp á 17-19 ta fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men so dróg Magdeburg frá aftur, og tá 45 minuttir vóru leiktir var Magdeburg á odda 24-20.
Nærri enn 23-26 kom Sävehof ikki og endin var, at Magdeburg vann 31-25. Men eingin skandala móti einum krútsterkum bundesligaliði.
Elias skoraði fýra mál uppá seks málroyndir í kvøld. Felix Møller og Sebastian Karlsson gjørdist toppskjúttar hjá Sävehof við seks málum hvør.
Sävehof kann enn tryggja sær annað plássið í bólki C fyri at fáa betri styrkismeting til áttandapartsfinalurnar. Komandi týskvøld tekur Sävehof móti slovenska liðnum, Gorenje í Partille.
Tað hevur verið frammi í svenskum miðlum, at Elias og umboðsmaður hansara skuldu fundast við Magdeburg í kvøld um eitt møguligt skiftið til Magdeburg á sumri í 2023, ella í seinasta lagi í 2024. Vónandi verður okkurt at frætta um tað skjótt.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##