Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist saman við Sebastian Karlsson toppskjútti hjá Sävehof í EHF European League dystinum móti kroatiska liðnum, Nexe.
Sävehof vann greitt 33-23 aftaná eina hálvleiksleiðslu uppá 16-12. Elias og Sebastian Karlsson skutu sjey mál hvør fyri Sävehof.
Sambært Göteborgsposten var Sävehof greitt tað betra liðið og vísti onga náði móti kroatisku gestunum.
Sävehof vann seg upp á annað plássi í bólki C har teir hava 12 stig, trý stig færri enn oddaliðið, Magdeburg.
Komandi týskvøld bíðar ein stór uppgáva hjá Sävehof, ið skal spæla móti Magdeburg á útivølli.
Magdeburg vann greitt 39-28 (20-13) á franska Aix á útivølli. Slovenska, Gorenje vann 32-31 (16-16) á spanska La Rioja á heimavølli.
Aftaná átta dystir hevur Magdeburg 15 stig. Sävehof hevur 12 stig og Nexe hevur 10 stig. La Rioja og Gorenje hava fimm stig hvør, og aftast er AIX við einum stigi.
Magdeburg, Sävehof og Nexe hava vunnið seg víðari. La Rioja og Gorenje kappast um seinasta plássið.
Fríggjakvøldið spælir Sävehof heimadyst í bestu svensku deildini móti Hallby í Partille. Og eftir tað bíðar stóra brakið niðri í Magdeburg komandi týskvøld.
HER síggjast hæddarpunkt frá dystinum:
##med2##