Elin Christensen er 47 ár, føroysk og býr í Jútlandi stutt úr Århus. Hon er so ræðslusligin fyri at koyra bil, at hon hevur megnað at verið ein av teimum níggju, sum sluppu við í sendingina Danmarks Værste Bilist á TV Danmark. Í sendingini hevur hon vunnið á sjey av teimum verstu bilførarunum og er nú ein av tveimum í finaluni.
Tað er sonurin Arnhold, ið hevur meldað mammuna til. Hann greiddi í tilmeldingini frá, at hon ikki tordi at koyra longur enn til handilin í grannalagnum í Hornslet við Århus, har tey búgva. Hann var sannførdur um, at hon var ein av ringastu bilførarunum í Danmark. Við finaluplássinum hevur Elin prógvað, at hann hevði rætt og kanska eisini, at hon hevur alla orsøk til at vera ræðslusligin.
Nú eru bert Elin og 24 ára gamla Mie úr Roskilde eftir í kappingini. Um hetta er ein heiður, er tó rættuliga ivasamt. Í sendingini í kvøld, skulu tær báðar upp í teoriroynd. Sambært TV Danmark dumpa báðar, og svarini eru skelkandi. Men hóast talan er um teir báðar ódugnaligastu bilførararnar í Danmark, so seta sjónvarpsvertinnan Lisbeth Janniche og dómararnir seg inn í ein bil og koyra gjøgnum innara part av Keypmannahavn í tøttu seinnapartsferðsluni ein fríggjadag fyrst við tí einu og síðan hinari við róðrið.
Lisbeth Janniche setir seg á baksetrið saman við Psykologinum Karen Schultz, meðan koyrilærarin Niels Andersen hættar sær at sita frammanfyri.
Sambært serfrøðingunum, eru báðar tvær óvanliga ódugnaligar og koyra óforsvarligt, Tað verður spennandi at vita, um vit føroyingar eiga tann versta bilføraran í Danmark, men ikki minst um øll sleppa heilskalaði burtur úr hesum.