Elin nýggjur formaður

Elin H. Joensen varð leygardagin vald til formann í Fimleikasambandinum

Fimleikasambandið hevði aðalfund leygardagin. Hetta gjørdist ein fámentur fundur, tí bert 4 av teimum 7 fimleikafeløgunum í landinum møttu. Men um tað var tað góða veðrið ella lítil áhugi, ið var orsøkin til fámenta fundin, skal ikki verða gitt um her.

Fimleikasambandið fekk nýggjar lógir í september 1998, og síðani tá hevur sersambandið verið stýrt av einari 7-manna nevnd, har hvør nevndarlimur hevur sína uppgávu. Hendan nevndin sá soleiðis út: Andrias Lamhauge, formaður, Marit H. Petersen, kassameistari, Haraldur Kjeld, reiðskapur, Dagbjørt S. Hansen, stórkapping, Bára S. Thomsen, fimleikadagar og fagnaður, Beinta Danielsen, skeið og døming, og Jacobina N. Petersen, landslið og uttanlandsferðir.

Av hesum 7 ynsktu bert tvey at halda fram, meðan 5 løgdu frá sær.

Áhugin fyri at koma í nevnd hjá Fimleikasambandinum sær ikki út at vera stórur, tí fyri hesi 5 eydnaðist tað bert at manna formanssessin. Ein eykaaðalfundum má so til fyri at manna restina av nevndini.

Nýggjur formaður í Føroya Fimleikasambandi er Elin H. Joensen, sum eisini er formaður í Havnar Fimleikafelag. Hinir nevndarlimirnir, ið halda fram, eru Marit H. Petersen, kassameistari, og Beinta Danielsen, ið stendur fyri skeiðum og døming.

Frá Fimleikasambandinum frætta vit, at eykaaðalfundur væntandi verður um ein mánað.