Listafólkini hava so mikið nógv at bjóða fram, at báðar hæddir í Smiðjuni eru tiknar í brúk. Tilsamans eru einar 50 myndir, harav Elin eigur tær 20 og Eivindur 30 verk.
Mikudagin 26. august kl. 14 er fernisering, har øll eru vælkomin inn á gólvið, men annars er listaframsýningin opin til og við sunnudegnum 30. august, allar dagar frá kl. 14 - 19.
Eilin Smith og Eivindur í gongini ganga bæði á »Billedskolen» í Keypmannahavn.
Hetta er privatskúli, men tó krevst, at næmingarnir skulu til standa eina upptøkuroynd, sum er at sýna fram eini 20 listaverk, fyri at sleppa inn.
Stuttlig framsýning
Framsýningin er stuttliga sett saman við motivum úr barnaumhvørvinum hjá Eivindi úr Gongini í Havn og í miðbýnum, við meira litføgru dadaistisku verkunum hjá Elini, tó at onkur mynd er ekspressionistisk. Eisini er ein deild hjá listakvinnuni grafisk verk, sum hon gjørdi áðrenn hon slapp inn á skúlan. Hesar myndir vóru samstundis atgongumerkið at sleppa á myndaskúlan, har 80 næmingar eru, og har lærarar, sum hava gingið á Listaakademinum og øðrum hægri lærustovnum undirvísa.
Elin er 34 ára gomul og gekk á listaháskúla í Holbæk. Tá hesin skúlin varð liðugur, sýndi hon fram ú Føroyahúsinum, við so góðum úrsliti, at hon fekk dirvi og árræði at halda fram.
Eivindur hevði blómuhandil í Havn eitt mannaminni áðrenn hann fór at tekna og mála. Hann hevur havt nógvar framsýningar seinastu árini.
Elin gav skúlanum hugskot
Tað var Elin sum eggjaði honum at fara á myndskúlan, men hann helt seg verða ov gamlan.
Tá eitt pláss á skúlanum var leyst í fjør, ringdi skúlin til hansara, og bjóðaðu honum til upptøkuroynd, og Eivindur tók av. Hann hevði tá júst havt framsýning í Keypmannahavn, og hevði tí verk síni nærindis.
Eg keypti mær stutt sagt ein flogferðaseðil og fór avstað, men eg væntaði als ikki at sleppa inn á skúlan, sigur Eivindur.
Hann slapp kortini inn og hevur nú saman við Elini gingið fyrsta árið á skúlanum. Um stutta tíð fara tey bæði aftur til Keypmannahavnar, har næsta og seinasta skúlaár byrjar.
Tá tey bæði verða spurd, hvønn listarætning tey hava valt sær, sigur Elin, at hon er dadaistur. Tað merkir at hon er søkjandi listafólk, sum ikki enn hevur valt sær ávísa listakós.
Skúlin vit ganga á, er ikki listaskúli burturav. Vit læra handverkið og tað, sum liggur aftanfyri listaverk, eitt nú litir ljós o.a.. Í fjør lærdu vit tekning, myndahøgging og at arbeiða við málningum, sigur Elin Smith.
Eivindur sigur, at hjá honum er einki at ivast í: Hann er naturalistur.
Undirvísingin í fjør hevur snúð seg um bundnar uppgávur, men komandi árið skal gera av, hvussu framtíðin verður. Tá fara næmingarnir at arbeiða meira frítt, fyri at finna útav, hvar listarliga styrki teirra liggur.
Elin ætlar sær víðari
Enn er framtíðin tó ikki skrásett, men Elin sigur, at hon ikki kann lata vera við at mála, og at hon kundi hugsað sær at hildið fram á Listaakademinum.
Eivindur ætlar sær heimaftur eftir lokna útbúgving.Tó kundi hann hugsað sær at fingið pedagogiska frálæru, so hann kundi undirvíst, tá hann kemur heimaftur. Ivasamt er um hann fer at arbeiða sum listamaður burturav.
Eg kundi eisini hugsað mær at stovna gallerí, sum skal vera fyri øll listafólk. Eivindur er gamal handilsmaður, og heldur, at tað hevði verið stuttligt at skipa ymisk tiltøk, sum kundu virka skapandi í umhvørvinum, har hann býr í Havn.
Eg eri nú 54 ára gamal, og helt, at lívið hjá mær varð steðgað upp. Eg fekk við hesum høvi eitt nýtt lív og aðrar møguleikar, og havi fingið innlit í annan heim, sigur Eivindur, og Elin samtykkir. Tey gleða seg at lata framsýningina upp, og síðan at fara aftur í skúla.