Ellen er fødd niðri í Stovu í Sjúrðargarði í Fámjin. Foreldrini vóru Anna og Ellindur Erlingsson. Tey vóru 12 systkin, níggju systrar og tríggir beiggjar. Eftir av systkjunum eru Mia, Herborg og Trond, sum øll búgva í Danmark.
Pápin var upprunaliga fiskimaður, men seinni fekst hann bert við jørð. Her var nógv at gera fyri hvørja hond. Mamman vevaði millum annað til føroysk klæðir. Annars var eisini bæði spunni og bundið. Men so frægt var tað, at tað bar til at selja ullina.
Ellen hevur sum mong onnur upplivað stórar broytingar í sínun langa lívi. Men umframt alt tað sum er hent hesi 100 árini, hevur tað eisini verið ein stór broyting at koma úr Fámjin til Havnar, sum hon kom fyri einum 80 árum síðani.
Fámjin var jú ein lítil bygd, og hevur kanska eisini verið ein útjaðari við tí sambandi, sum tá var til restina av landinum.
Til Havnar
Men Fámjin skuldi ikki gerast framtíðin hjá Ellen. Hon fór til Havnar at læra til sjúkrasystir.
Íblásturin var, at ein pápasystir hennara var sjúkrasystir á Tvøroyri í mong ár.
Hetta man hava verið umleið 1930, kanska áðrenn, og kom hon á tað tá rættuliga nýggja Dronning Alexandrines Hospital, sum varð tikið í brúk í 1924. Tað avloysti tað gamla Færø Amts Hospital, sum enn er til.
Tá vóru umstøðurnar so ótrúliga nógv øðrvísi enn í dag. Um tað vóru fimm næmingar, máttu allar búgva á sama kamari, og tær skuldu vera inni klokkan 23. Tað varð arbeitt 12 tímar um samdøgrið, so var skúlagongd umframt.
Summarfrítíðin var 14 dagar, og tá kundi farast heim til Fámjins. Lønin var um 20 krónur um mánaðin fyrstu árini umframt kost, innivist og klæði. Seinni fór lønin upp á 40 krónur.
Fyri at vísa ta stóru broytingina síðan Ellen arbeiddi sum sjúkrasystir skulu nøkur tøl nevnast.
Í 1930 var starvsfólkatalið um 50. Nú man tað liggja um 700. Talið av árligum innleggingum var um 1.000. Nú man tað vera 11-12.000. Miðal innleggingartíð var 45 dagar, nú er hon seks dagar. Men tað vóru tuberklarnir, sum serliga hækkaðu dagatalið tá.
Tá máttu øll á einum sjúkrahúsi gera alt. Tí kom Ellen sovæl at arbeiða á skurðgongini og á TB, sum var tuberkladeildin hjá sjúkrahúsinum.
Ellen gjørdist ikki drúgv sum sjúkrasystir. Hon giftist 20. august 1932, 23 ára gomul, við tí javngamla Mogens Lützen, sum doyði í 2006. Tað kann vera nevnt, at tey náddu at vera gift í ikki færri enn 73 og eitt hálvt ár. Hetta man helst vera met í Føroyum.
Komu saman av einum grasstrái
Tað er ein stuttlig søga um, hvussu Ellen og Mogens funnu saman. Hetta var á hospitalinum, táið hon starvaðist har. Mogens hevði verið so óheppin - ella meira at kalla heppin, tá hugsað verður um avleiðingarnar - at seta eitt grasstrá í hálsin, og tað fekst ikki burtur við egnari hjálp. Tískil mátti hann fara á hospitalið at fáa hetta orðnað. Sjúkrasystirin, sum hjálpti læknanum, var Ellen og ferdugt var! Hetta grasstráið kom tískil at gerast hansara og teirra lagna og lukka.
Áðrenn tey giftust fekk Ellen eisini tuberklasmittuna í samband við sítt arbeiði á TB. Hon kom tá heim til verforeldrini at vera og kom fyri seg aftur
Tað var skjótt, at tey bæði fingu børn, og tá í tíðini var tað jú tað mest vanliga hjá konum at vera heima at passa heimið. Hetta gjørdi Ellen eisini.
Men hon man í dag vera elsta sjúkrasystir í Føroyum.
Mogens var sonur Ellen og Valdemar Lützen, sum grundlegði handilsfyritøkuna við sama navni.
Tað gjørdis Mogens, sum kom at dríva fyritøkuna víðari aftaná pápan. Hann fekk útbúgving í Danmark og starvaðist har, inntil hann fyrst í 30-unum varð biðin um at koma heim aftur.
Eitt eyðkenni fyri Valdemar Lützen var, at hetta var ein fyritøka, har arbeiðsfólkið treivst, og tað eru fleiri dømi um fólk, sum arbeiddu har í 50 ár og meira enn tað.
Størsta partin av lívinum hevur Ellen verið ein partur av lívinum hjá Mogens og hansara virksemi. Aftanfyri alt hetta virksemi mátti jú standa ein góð kvinna. Ellen var eisini Mogens ein góð konu, sum hevur stýrt húsinum væl, og eigur hon eisini sín part av avrikinum hjá manninum.
Hetta merkti, at hon umframt at skula vera húsmóður eisini skuldi verða vertinna við nógvum av tí, sum Mogens stóð fyri sum stjóri fyri fyritøkuna og eisini sum enskur og seinni franskur konsul.
Sum enskur konsul kom Mogens eisini at vera í miðdeplinum undir krígnum. Hetta kravdi eisini sín mann.
Eisini vóru nógvar vitjanir av handilsferðandi og manningum frá fronskum skipum, sum komu higar.
Hesar uppgávur kláraði Ellen til fulnar, so løtt í sinninum sum hon framvegis er. Hon hevur tískil verið eitt gott umboð fyri Føroyar.
Ellen hevur eisini verið fitt í hondunum. Hon hevur bundið og broderað nógv, tað hevur altíð verið snøgt og væl úr hondum greitt. Framvegis kann hon binda stiklavond, hóast eyguni eru rættuliga nógv farin.
Menn fyrst og fremst hevur Ellen verið ein góð mamma. Børnini minnast framvegis við gleði á tær útferðir, sum mamman fór við teimum millum annað út í Havnardal.
Aftur til Fámjin
Fámjin var ein útróðarbygd, har tað var sera opið móti havinum. Hetta gjørdi liviumstøðurnar í bygdini heilt serligar og nógv øðrvísi enn í Havn.
Tað kundi vera so øgiligur uppgangur, og serliga verður tosað um uppgangin í 1910, tá ið Ellen var eitt ára gomul. Tá var so nógv brim, at tá ið avtornaði var bygdin full av gróti, sum kom inn við briminum. Tá var eisini fult av fiski langt uppi í bygdini. So tað var bara at fara út fyri dyr at fáa sær eitt kók.
Ellen var 5 ár, tá ið fyrri heimsbardagi byrjaði, hon var 10 ár, tá ið hann endaði. Sum aðra staðni í landinum var eisini korntrot í Fámjin, og tey máttu dyrka korn sjálvi. Ellen minnist hvussu stuttligt tað var at arbeiða kornið, ikki minst tí tað eisini vóru fleiri vatnmyllur í bygdini.
Konurnar glaðaðu fyri ókyrru
Annars kundi brim koma so ógvuliga skjótt og við lítlari ávarðing. Tá kundi vera trupult at koma aftur til lands. Var ókyrt í Fámjin var sera langt til næsta pláss!
Men her var ein serlig ávarðingarskipan. Tá ið konurnar varnaðust, at tað var við at gerast ókyrt, kyndu tær bál á einum sjónligum staði, kallað Roykstein, burtur úr gomlum hoyggi, sum nógvur roykur kom úr.
Tá ið menninir sóu roykin var eitt at gera. Tað var at draga inn so at kapprógva til lands. Hetta var í hvussu er kappróður við álvara í. Teinurin var einar 6-7 fjórðingar, so hetta var sera strævið. Men soleiðis mátti tað vera.
Boðsendingin varð annars við glaðing. Serliga var hetta, tá ið boðað varð frá grind. Var grind í Hvalba varð farið niðan í Skorar at glaða. Var grindin í Trongisvági glaðaðu teir í Gøtugarðar. Men var grindin í Fámjin varð glaðað undir Gøtugarðar.
Var grindin í Vági varð tað á Nesheyggi. Á henda hátt fekst ikki bert at vita, at tað var grind, men eisini hvar hon var.
Annars var tann siður, tá ið grind var í Famjin, at kirkjuhurðarnar vóru lætnar upp fyri at vísa, at grindin var vælkomin. Var nóg mikið av grind varð ikki latið upp, men drápið kundi ganga eins væl fyri tað!
Tað vóru serligir siðir í samband við kirkjuna í Fámjin. Ein siður var at hava ein stuttan lestur í kirkjuni, áðrenn farið var til útróðrar.
Annars plagdu hjún, sum vildu skiljast, at koma higar. Skuldi prestur sundurvíga hjún, máttu tey fara út gjøgnum hvør sína hurð. Tað vóru ikki allar kirkjur, sum høvdu tvinnar hurðar, men tað hevði kirkjan í Fámjin!
Seiðurin stóran týdning
Eitt sum hevði stóran týdning fyri Fámjin var seiðurin. Tað sum nú er pollur í Fámjin var fyrr eitt vatn, og verður enn kallað Oman á Vatn. Seinni er blivið opið út á sjógv.
Tá ið brim varð, fór seiðurin undan briminum inn á pollin. Tá ið tað so fjaraði slapp hann ikki út aftur, so her lá sera væl fyri at kasta nót.
Bygdin átti eina nót í felag, og tað var skylda at møta upp. Tað var ein nótaformaður, sum skuldi geva boð, tá nót skuldi kastast, og sum annars skuldi halda nótina viðlíka. Viðhvørt sendi hann boð eftir hinum at bøta nótina. Var drongur 14 ár taldi hann fyri mann.
Nótin merkti nógv fyri bygdina. Aftaná eitt nótakast var bygdin full av seiði. Hvør hússkjøldur var avtaklaður. Fyrst kundi seiðurin etast sum feskur, síðan sum visnaður og eftir enn eina tíð sum sum turrur. Fólk kundu hava seið langt út á summarið.
Tað var tó ein trupulleiki. Seiðurin varð greipaður við ulltráði. Tá kom ofta mølur í. Men so fann onkur uppá at nýta bummullstráð. Tað var betri. Men Ellen hevur greipað manga seiðagreipuna.
Øll húsini vóru við í nótini. Menninir vóru við, tá kastast skuldi, og fingu part. Tað vóru tó trý hús við hálvum parti. Tað var lærarin, ein einkja, og ein kona, sum gekk til handa, tá ið fólk vóru sjúk. Hesi fingu sín hálva part uttan at luttaka í arbeiðinum.
Tað var best at kasta nót í myrkri, og tíðin um jólini og út á várið var besta tíðin, tí tá gekk seiðurin í torvum. Hetta var sera spenndandi. Hetta gav eisini samanhald í bygdini.
Góð seiðaár og grindaár høvdu stóran týdning fyri bygdina.
Tá menninir fóru til skips varð ikki kastað nót eftir seiði. Men tá plagdu heimamenn og teir gomlu í bygdini at kasta nót serliga eftir sílum, men eisini øðrum fiski.
Teir kundu fáa uppí ein hálvan leyp í part, og hetta var óført. Tað kundu vera einstøk heilt stór síl ímillum. Tá varð kastað lut um, hvør ið skuldi fáa partin við hesum sílum.
Drógu bát úr Øravík til Fámjins
Tá ið Ellen var ung var einki vegasamband til Fámjins. Tað ljóðar ótrúligt hvussu tey kortini kláraðu seg.
Ein dagin í 1916 fáa fáminingar ein nýbygdan bát úr Nólsoy. Teir fáa boð um, at hann var komin á Tvøroyri við Smirli. Teir fara so eftir honum. Teir rógva bátin til Øravíkar, og so draga teir bátin allan vegin til Fámjins, einar 3 fjórðingar!
Tað sama var, tá grind var í Vági ella Hvalba. Teirra partur kom til Øravíkar, har tað varð býtt. So hvør maður undir leypin. 150 pund varð ikki tosað um, tað kundi eisini vera 200 pund í leypinum.
Tá ið havnardrongurin Mogens seinni kom suður at fríggja, mátti hann pent til gongu allan hendan vegin. Men hvat er tað, tá man er forelskaður!
Ellen ferðaðist regluliga aftur til Fámjins. Dótturin Anni minnist abban bera hana og beiggjan Valdemar í leypi frá Øravík til Fámjins.
Ættin
Ellen og Mogens fingu fimm børn. Tey eru Valdemar, sum er giftur við Nannu úr Klaksvík, Kim, sum er giftur við Ásu úr Norðragøtu, Anni, sum er ógift, Eydna, sum er gift við dananum Svend, tey búgva niðri. Herluf doyði í 1987.
Ommubørnini eru 10, og langommubørnini eru 22.
Afturat børnunum vaks systirsonurin Ellindur upp hjá teimum frá tí mamma hansara doyði, táið hann var 4 ára gamal. Her fekk hann eitt gott heim, og hevur hann eisini verið trúgvur móti teimum. Hann fór aftur til pápan 14 ára gamal.
Nú hevur Ellen nátt ein aldur, sum er teimum fægstu beskorið. Hon hevur upplivað nógv og verið ein partur av menningini í Havn. Seinastu árini hevur hon búð á Lágargarði, hon letur sera væl at, at her er framúr gott at vera.
Her skal eisini sigast, at tað hevur nógv at siga fyri Ellen, at umframt aðrar vitjanir so vitjar dóttir hennara Anni mammuna dagliga. Hetta hevur stóran týdning fyri hana. Anni lesir Sosialin fyri mammuni hvønn dag. Men hetta kann taka sína tíð, tí Ellen kann ikki lata vera við at blanda seg uppí og siga sína meining, tá ið tað kemur til greinar um politikk! Skil er eisini í her.
Góða Ellen! Vit hava kenst í eini 40 ár og hava ofta verið saman. Tað hevur verið sera stuttligt. Hjartaliga tillukku við tí stóra degnum.