Nógv spennandi er komið undan kavi, nú Vestmanna kommuna er farin undir at talgilda sítt stóra skjalasavn og fyrireika seg at lata tað til Tjóðskjalasavnið.
Millum skjølini er komið fram á gerðabókina frá fyrsta bygdarráðsfundinum í søgu Vestmanna kommunu.
- Á fyrsta bygdarráðsfundi byrjar gerðabókin við, at hóskvøldið 27. oktober í 1892 klokkan hálvgum átta “åbnedes det første kommunalforstanderskabs møde siden Vestmanhavns kommunes udsondring som særskilt kommune.”
Upplýst verður, at allir kommunustýrislimirnir vóru møttir. Teir vóru doktarin Kissmeyer, lærarin Hans Jacob Dam, óðalsbóndin Jákup á Rógvu og handilsmenninir Jákup hjá Póli og Suðuroyar Hans.
Áðrenn Vestmanna gjørdist ein sjálvstøðug kommuna, var Vestmanna partur av Norðurstreymoyar prestagjaldi saman við øllum hinum bygdunum í Norðurstreymoy, sum aftur var undir Streymoyar sýslu.
- Tað er óvist, hví vestmenningar vildu ráða sær sjálvum, tí hvørki gerðabøkur ella onnur skjøl eru at finna um hetta. Sjálv umsóknin um “udsondring af Vestmanhavn Sogn som en særlig kommune” er heldur ikki til, men í løgtingsins skjølum sæst hon at vera dagfest 7. juli 1891 og undirskrivað av “en del beboere af Vestmanhavn”.
Á ólavsøku sama ár varð hon framløgd í tinginum.
Í Vestmanna kommunu halda tey, at ein møgulig orsøk til, at Vestmanna fór undir kommunalt sjálvstýri, kann vera, at óskil var í roknskapinum hjá Norðstreymoyar kommunum, ið eisini hevði eina óvirknu leiðslu, sum tað verður lýst í løgtingsálitinum.
Sagt verður eisini, at bygdin hevði leingi verið í menning og hevði kent seg meira og meira darvaða av stýrisskipanini, sum hon lítla og onga ávirkan hevði á.
- Tær fyrstu bygdirnar í landinum, sum skipaðu seg sum sjálvstøðugar kommunur áðrenn Vestmanna, vóru Nólsoy, Hvalba og Tvøroyri. Hinar bygdirnar í Norðurstreymoy byrjaðu at fara hvør til sítt í 1913.
Í gerðabókini, sum nú er komin undan kavi, sæst, at sjey mál vóru á skránni á fyrsta bygdarráðfundinum.
- Tað sæst eitt nú, at annað málið á skrá snýr seg um ognartøku av lendi omanfyri kirkjugarðin, tí ætlanin er at gera ein veg. Vegurin, sum talan er um, er vegurin framvið kirkjuni, sum vit í dag kenna sum Bakkaveg.
Í Vestmanna kommunu halda tey, at hetta hongur væl saman við, at Vestmanna kirkja varð vígd í 1895.
Hetta skrivar - www.vestmanna.fo
##med2##












