Serbiskur verjuspælari er longu givin í Runavík

NSÍ og Nikola Kovacevic fara hvør til sítt

NSÍ og Nikola Kovacevic enda samstarvið. NSÍ og Nikola Kovacevic eru komin ásamt um at enda samstarvið. Felagið ynskir honum alt tað besta í framtíðini.

 

Soleiðis skrivar NSÍ í dag – dagin fyri fyrsta umfar í landskappingini. Í morgin fær NSÍ vitjan av Víkingi.

 

Serbiski verjuspælarin kom til Runavíkar fyri fáum vikum síðani, men tað vísti seg, at hann var ikki nóg væl fyri at vera við í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið.

 

Tá skrivaði NSÍ annars soleiðis um serbiska verjuspælaran:

 

NSÍ hevur skrivað sáttmála við serbiska leikaran Nikola Kovacevic. Sáttmálin við 31 ára gamla verjuleikaran er galdandi fyri kappingarárið 2026.

 

Nikola er uppvaksin í serbiskum fótbólti, har hann hevur leikt við fleiri feløgum í bestu serbisku deildini. Harumframt hevur hann seinastu árini leikt í bestu deildunum í Montenegru, Lettlandi, Lybia og Indonesia.

 

192 cm høgi serbin fer at styrkja um verjupartin hjá NSÍ. Nikola er sterkur í luftini, kroppsterkur og er dugnaligur at lesa spælið.