USA fer í dag at raka Iran "sera hart".
Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, í einum uppslagi á sínum sosiala miðli, Truth Social.
– Orsakað av ringu atferðini hjá Iran verður umhugsað av álvara at fullkomiliga týna øki og drepa bólkar av fólki, sum ikki hava verið mett sum mál fyrr enn nú, skrivar Trump.
Í uppslagnum ákærir forsetin eisini Iran fyri at vilja ”yvirtaka og stýra Miðeystri” og nevnir, at landið í dag hevur lovað ikki at leypa á grannalondini longur.
Forsetin nevnir áhaldandi álopini hjá USA og Ísrael móti landinum sum orsøkina til hetta.
/Ritzau/











