Fyrsti føroyski eigarin av bilinum var Sigmund Hansen í Kollafirði. Sigmund hevði Bedford lastbilin hjá pápa sínum, Tórur Hansen í Leynum, í huga, tá hann fór at leita sær á netinum eftir einum sama slag bili.
Søgan um bilin hjá Tóri Hansen er tann, at tað var Sigmund Jacobsen í Leynum, ið keypti bilin sum nýggjan í 1948. Hann hevði tá nummarplátuna 266 (við eini hond framman fyri nummarinum). Eftir at Sigmund doyði av vanlukku í 1953, koyrdi Tórur Hansen bilin, sum í 1954 bleiv skrásettur í hansara navni við nummarplátuni Fø 404.
Sigmund Hansen fann bilin, sum hann leitaði eftir á eini norskari heimasíðu. Talan var um ein Bedford MLT frá 1951. Bilurin fór úr Oslo til Frederikshavn í Norðurjútlandi. Haðani til Hantsholm og heim við Norrønu og var her 21. mai 2007.
Bilurin stóð í garasjuni í eina tíð. Setrini vórðu send til ein polstrara á Skála, sum polstraði tey av nýggjum. Tá bilurin var klárur, fekk hann nummarplátuna Fø 404 eins og bilurin hjá pápanum.
Bilurin hevur motor við 6-sylindarum og 75 hk. Hann er lágt gearaður og koyrir einans 55 km/t á sløttum við fullari ferð. Hesin kann vippa lastina afturav. Tað var ikki sjálvsagt tá í tíðini. Í gomlum lýsingum sæst, at lastbilaeigarar lýsa við at bilurin hevur vippu, sum var nakað nýtt tá.
Gundur Johanneson á Signabø keypti seinni bilin frá Sigmundi. Hann gjørdi ymiskt við bilin og fekk hann lakkeraðan av nýggjum. Nakað eftir at Gundur andaðist í 2019, varð bilurin settur til sølu, og teir báðir Valdimar Valdimarsson og Stig Hansen keyptu bilin.
Valdimar og Stig eru limur í Føroya Ellisakførum, har teir hava pláss til bilin í hølunum hjá felagnum undir Gráasteini. Teir eru eisini við bilinum til flaggdagskoyring og til onnur tiltøk hjá felagnum.
Um Bedford
Bedford bilarnir vórðu framleiddir av Vauxhall Motors Ltd. í Luton í Onglandi, sum var partur av General Motors. Framleiðslan av Bedford byrjaði 1931 við tí endamálið at gera vinnubilar sum t.d. vørubilar og lastbilar.
Frá síðst í 1940-unum til síðst í 1960-unum vóru Bedford lastbilarnir nógv at síggja á føroysku vegunum. Teir koyrdu t.d. fisk og kol og annars sum arbeiðsbilar.
Tórshavnar Sløkkilið fekk ein Bedford brandbil í 1948 eins Tórshavnar kommuna fekk ein Bedford líkbil, sum var fyrsti líkbilur í Føroyum. Áðrenn tað vóru lastbilar nýttir til líkkoyring.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##




































