Teir sonevndur Starlink-fylgisveinarnir, sum hava sum endamál at tryggja internet í fjarskotnum plássum, eru nú aktiveraðir yvir Ukraina, har internetið er órógvað av russisku innrásini.
Tað upplýsir stjórin í Tesla- og SpaceX, Elon Musk, sum harvið eftirlíkar eini áheitan frá ukrainska ráðharranum fyri talgildum skifti, Mikhailo Fedorov.
– Starlink-tænasturnar eru nú aktivar í Ukraina. Fleiri terminalar eru á veg, skrivar Elon Musk á Twkitter í einu svari til Mikhailo Fedorov.
Í einum tweeti í gjár bað ukrainski ráðharrin Tesla-milliardingin um hjálp.
– Elon Mus, meðan tú roynir at nema land á Mars, royni Russlandi at herseta ukraina! Meðan tínar rakettir lenda aftur frá væleydnaðum ferðum í rúmdini, loypa russiskar rakettir á ukrainar! Vit biðja teg um at veita Ukraina tænastu frá Starlink-støðum og heita á skilagóðar russar og biða teir gera mótstøðu, skrivaði hann.
Internetsambandið í Ukraina er ávirkað av russisku innrásini, serliga í syðru og eystaru landspørtunum, har bardagar hava verið.
Tað upplýsti felagið, sum ansar netsambandinum, í gjár sambært tíðindastovuni Reuters.
/ritzau/