Ríkmaðurin Elon Musk er funnin sekur í at villleiða partaeigararnar í Twitter mánaðirnar áðrenn hann yvirtók sosialu miðlarnar.
Hetta gjørdi hann við tilvitað at trýsta partabrævakursin hjá Twitter niður áðrenn yvirtøkuna.
Avgerðina tók ein dómsnevnd í gjárí einum samveldisdómi í San Francisco í USA.
Málið snýr seg um eitt borgarligt rættarmál, sum ein hópur av Twitter-partaeigarum hevur lagt fram móti ríkmanninum.
Elon Musk er tó fríkendur fyri svik. Samstundis hevur dómsnevndin gjørt av, at hann ikki hevði "ætlað" at villleitt partaeigarar.
Elon Musk yvirtók Twitter í oktober 2022 fyri 44 milliardir dollarar - svarandi til 284 milliardir krónur. Hann umdoypti síðani sosialu miðilin til X.
Í rættarmálinum hava partaeigararnir ákært Elon Musk fyri alment at seta spurnartekin við tríggjar ferðir, um Twitter varð floymt av sonevndum "bots" (falskar kontur, red.) eftir at hann hevði gjørt eina avtalu um at keypa sosialu miðlarnar.
Partaeigararnir hava millum annað víst til eitt tweet frá mai 2022, har Elon Musk skrivaði, at hansara yvirtøka ikki kundi gerast liðug, fyrr enn stjórin í Twitter hevði prógvað, at lutfallið av bots var undir fimm prosentum.
– Hann svínaði fyritøkuna út. Hann svínaði leiðsluna til. Og hann fekk partabrævakursin at falla, segði advokaturin hjá partaeigarunum, Mark Molumphy, týsdagin undir málsviðgerðini.
Ein annar av advokatunum hjá partaeigarunum, sum eitur Francis Bottini, metir, at teir kunnu hava mist umleið 2,5 milliardir dollarar av svikinum hjá Musk. Tað svarar til góðar 16 milliardir krónur.
– Status hjá Musk sum heimsins ríkasti maður er ikki eitt ókeypis pass, skrivar Bottini í eini fráboðan.
– Um tú kanst flyta marknaðin við tínum tweets, so hevur tú ábyrgdina av tí skaða, tú gert íleggjarum.
Í eini felags fráboðan siga advokatarnir hjá Musk frá Quinn Emanuel Urquhart & Sullivan, at skuldarkenningin var "ein støða í vegnum. Og vit gleða okkum at fáa uppresin í kærumálinum."
Ritzau/Reuters










