Elon Musk sigur at Trump er í Epstein-skjølum

Tøknimilliarderurin og amerikanski forsetin fóru í kríggj á sosialu miðlunum í dag.

Sambandið millum Elon Musk og Donald Trump tók álvarsligan slag hósdagin. (Savnsmynd). - Mynd: Allison Robbert

Tøkni-miljarderurin Elon Musk setir nú fram eina sensationella ákæru móti amerikanska forsetanum Donald Trump.

 

Í einum uppslagi á X sigur Musk, at Trump er í Epstein-skjølunum.

 

Hetta hendir eftir eitt orðastríð við Trump á sosialu miðlunum.

 

- Tíð at tveita ta stóru bumbuna, skrivar Elon Musk í uppslagnum.

 

- Donald Trump er í skjølunum hjá Epstein. Tað er tann veruliga orsøkin til, at tey ikki eru almannakunngjørd. Havi ein góðan dag, DJT!, leggur hann afturat.

 

Musk vísir ikki nøkur prógv fyri sínum pástandi.

 

Jeffrey Epstein varð handtikin og varðhaldsfongslaður í 2019 í einum stórum máli um misnýtslu av ungdómi. Sama árið gjørdi hann, sambært rættarlæknafrøðingum, sjálvmorð í fongsulsklivanum. Hann fór tí ongantíð fyri rættin.

 

Í februar almannakunngjørdi amerikanski løgmálaráðharrin eina røð av skjølum, sum snúðu seg um fíggjarmannin Jeffrey Epstein.

 

Sambært AFP innihalda skjølini ikki nýggjar upplýsingar í málinum. Fleiri av skjølunum hava verið likin út áður.

 

Millum tey útgivnu skjølini er ein listi við prógvum í málinum, logbøkur og ein kontaktbók, sum tykist hava verið partur av rættarmálinum móti Ghislaine Maxwell.

 

Hon var unnusta hjá Epstein í nøkur ár og varð í 2021 dømd fyri at hava rekrutterað og manipulerað gentur til at hava sex við Epstein.

 

Elon Musk og Donald Trump, sum áður hava verið stuðlar høvr hjá øðrum, hava í dag sent harðan kritikk móti hvørjum øðrum á sosialu miðlunum.

 

Tað byrjaði, tá Trump á einum tíðindafundi í Hvítu Húsunum segði, at hann var "sera vónbrotin" av atfinningunum hjá Elon Musk av einum stórum lógarpakka.

 

Tøknimilliarderurin stóð á odda fyri stjórnarvirknaðardeildini (Doge) hjá amerikansku stjórnini til 30. mai.

 

 

 

/Ritzau/

 

 

 

Time to drop the really big bomb:@realDonaldTrump is in the Epstein files. That is the real reason they have not been made public.

 

Have a nice day, DJT!

 

— Elon Musk (@elonmusk) June 5, 2025

 

Sambandið millum Elon Musk og Donald Trump tók álvarsligan slag hósdagin. (Savnsmynd). - Mynd: Allison Robbert