Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum, sum skal møta Eysturríki á heimavølli mikudagin 2. mars og á útivølli leygardagin 5. mars. Durita Christophersen Jojic hevur givið avboð og hevur landsliðsvenjarin Sonni Larsen úttikið Elsu Egholm úr H71 í hennara stað.
- Elsa var ein av eyðsýndu spælarunum á U19-landsliðnum, sum millum annað vunnu á Hollandi og Norðurmakedonia í fjør, skrivar Hondbóltssambandið.
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Haukar
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold
Vengur:
Tóra Eliasen, Stjørnan
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK
Brynhild Pálsdóttir, H71
Strikur:
Petra Larsen, Neistin
Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71
Pernille Brandenborg, Randers HK
Bakkar:
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK
Bára Krossteig Hansen, Kyndil
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Jana Mittún, H71
Elsa Egholm, H71
Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71
Dystirnir verða spældir ávikavist í Føroyum mikudagin 2. mars klokkan 19.00, og í eysturríkska býnum Maria Enzerdorf leygardagin 5. mars klokkan 16.30.