Nú er vit komin til seinasta part í røðini við frásøgnum hjá Jógvan Sofusi og Dinnufíu Ferjá. Hesa ferð greiðir Jógvan Sofus meira frá um útróður og um fiskaturking við Gjógv. Dinnafía greiðir frá tí, hon minnist um ta syrgiligu vanlukkuna, tá ið Kristina gekk burtur í 1920 og um mammu Dánjal Klein, har børnini gingu at lesa
Ein vanlukka, sum rakti Gjógv sera meint, var, tá ið Kristina gekk burtur í 1920 við 17 monnum. Seks av teimum vóru frá Gjógv. Petur J. Sigvardsen greiðir meira frá hesi vanlukku í síni Gjáarsøgu.
FF-blaðið hevði í 2004 hevði eina samrøðu við Andrew Godtfred, sum var sonur Dias á Heyggi, sum var kendur skipari og reiðarí í Vági. Vit fara her at endurtaka tað, sum Andrew greiddi frá um Kristinu:
Í 1913 keypti pápi sjálvur skip, ið hann nevndi Kristina eftir konuni. Hann fór eftir skipinum sama dag, sum eg var føddur. Hann hevði leigað ein Garðabát at fara til Íslands við manningini.
Kristina var nógv besta skipið í Føroyum øll árini pápi hevði hana, og hon fiskaði betur og betur fyri hvørt ár, sum gekk. Í 1915 fekk hon 850 skippund, í 1916 fekk hon 950 skippund og í 1918 fekk hon 1050 skippund. Hetta var eisini umtalað í bløðunum. Í 1918 skrivaði Suðuroyablaðið Føroyatíðindini m.a.:
»Den energiske kaptajn Godtfred, hvem et ... Held har fulgt i mange Aar, og hans dygtige Mandskab, har efter hvad der forlyder, efterlignet Franskmændenes Fangsmaade, idet de ikke blot nøjes med Bundfiskeriet, men forstaar at finde Fisken paa Forskellige Dybder, en Fremgangsmaade, der giver forbavsende Resultatet paa ganske kort Tid.«
Spurt verður í blaðnum, hvør ið mundi fara at sláa metið hjá Kristinu. Kanska fór tað at vera ”Kristina” sjálv! Og rætt var, tí í 1919 fingu teir 1455 skippund.
Seinni keypti Kjølbro ”Kristinu” saman við Axel Sivertsen, men hon gekk burtur árið eftir. Eg havi hoyrt, at Kjølbro mundi farið av knóranum tá, tí hon var ikki tryggjað.
Teir fóru avstað 21. februar 1920, og um hesa tíðina var rættuligt illveður, men teir eru kortini helst komnir til Íslands í øllum góðum. Men tann 28. februar brast hann á við einum slíkum ódnarveðri, sum eingin tá visti makan til, og sum eisini merktist við Gjógv. Tað frættist einki aftur frá skipinum, uttan nakrar leysasøgur um, at skipið var sætt av ymsum, men hetta gjørdi bert ilt verri. Samstundis hvarv Helena við 16 monnum. Í juni hvørvur Karin við 13 monnum. Av teimum átta, sum vóru við Puritan, doyðu teir seks. Tilsamans fórust 62 mans á sjónum í 1920, sum man vera eitt tað størsta feigdarár hjá føroyingum.
Dinnafía minnist summar av manningini
Tá var eg knappliga trý ára gomul, so tað er ikki tað nógva, eg kann minnast frá hesum. Men kortini minnist eg, at á jólum 1919, sum Kristina fór avstað í februar, at menn frá Norðskála høvdu verið við Gjógv og dansað. Mamma og tey í Jákupsstovu áttu so nógva slekt har. Axel Sivertsen, skiparin á Kristinu, var gjáarmaður. Hann var uppvaksin í Svínáum hjá ommusystur síni. Mamma hansara doyði, tá ið hann var tríggjar vikur gamal. Hon var systir abba í Jákupsstovu og var ikki meira enn 25 ár, tá ið hon doyði. Hon æt Katrina, kallað Trina, og var gift við Petur Jakku á Fløtti. Omman á Fløtti tók Kristian, men Axel vaks upp í Svínáum hjá Elsu, sum var systir Katrinu, langommu í Svínáum. Hon var ommusystir Axel, og hon tók hann sum nýføðing. Hon átti fleiri børn, eisini børn sum vóru eldri. So giftist ein dóttir Elsu út til Fugloyar. Hon hevði Axel við sær. Tá hevur hann verið eini sjey ár. Tey kallaðu hann Axel á Stræti, sum var húsanavn á Kirkju. Hann bleiv forlovaður í Klaksvík við eini dóttur Jákup á Biskupstøð, sum æt Elsa. Tey høvdu grundað í Klaksvík.
Hann var ein ungur skipari. Í 1917 førdi hann, 22 ára gamal, Elsu hjá Niels J. Mortensen av Tvøroyri. Elsa varð niðurskotin á bankanum av týskum kavbáti 23.mai hetta ár.
Ein hálvbeiggi Axel, Jákup Martin, var við skipinum. Jákup Martin var bert 17 ára gamal. Øll manningin fór í bátin, tá ið teir sóu kavbátin, og teir fingu boð um at rógva yvir til hann. Skiparin og fýra av manningini fingu boð um at koma umborð í kavbátin, meðan hinir róðu aftur til skipið við týskarum, sum løgdu spreingievni í skipið. Ein av teimum, sum fóru umborð á kavbátin, var Jákup Martin, og týskarar høvdu verið so blíðir við henda unga dreingin, at teir høvdu bjóðað honum sjokulátu. Hann var ein av teimum, sum doyði við Kristinu.
Elsa helt á at seyma útstýr eftir at onnur høvdu mist vónina
Elisabeth, dóttur Elsu, sum var forlovað við Axel, greiðir frá, at hon fyri nógvum árum síðan fekk at vita frá Dias á Heyggi, at Axel var ikki serliga fegin um keypið av Kristinu. Hann helt vist, at hetta var ein ov stórur biti fyri ein so ungan mann.
Axel og Elsa skuldu giftast, tá teir komu aftur. Elsa seymaði útstýr, og hon fekk seg ikki at trúgva, at Kristina var burturgingin. Hon helt áfram at seyma eftir, at fólk annars høvdu mist vónina um skipið. Hon misti ikki bert drongin, men eisini sín 15 ára gamla beiggja Sámal, sum eisini var við.
Elsa fór seinni til Suðuroyar at læra til skræddara. Í 1927 varð hon gift við Niels Absalonsen av Viðareiði, og tey fingu fýra børn. Tey bygdu á grundini í Klaksvík, sum Axel hevði gjørt.
Tað var altíð sera gott samband millum Elsu og ættina hjá Axel við Gjógv, og tað var javnan, at tey vitjaðu hvør hjá øðrum bæði við Gjógv og í Klaksvík. Elsa gekk eisini alla sína tíð við ringinum hjá Axeli, sum enn er í ættini. Sigast kann, at her hevur verið talan um eitt sjáldsamt trúfesti.
Misti tveir synir og fosturson
Sum nevnt høvdu teir verið við Gjógv og dansað. Edmund var ein, Skála-Dánjal, (hetta vísir til Norðskála) systkinabarn abba í Jákupsstovu, var pápi hansara. Ísak æt eisini ein annar beiggi hansara, og var hann eisini við. Ein var, sum æt Rasmus. Hann var sonur Jógvan. Ein drongur, sum æt Jógvan, hevði sovið hjá Óla Debes og var nokk í slekt við tey.
Men eg minnist seinni, at tey snakkaðu um, at Kristina var forlist. Tá kom eg serliga at minnast henda Rasmus, sum svav uppi hjá okkum. Eg minnist, at ein maður í klædningi kom út úr kamarinum. Hetta hevur verið Rasmus.
Skála Jógvan og Skála Dánjal áttu eina systur gifta í Hvannasundi, hon at Anna. Teir vóru systkinabarn abba í Jákupsstovu. Dánjal, hann var pápi Ísak og Edmund, og fosturpápi Axel, yrkti ein sera vakran sang um hesa hending. Hann var yrktur í 1921 og var 32 ørindi. Eg minnist onkur ørindini, og tvey teirra ljóða soleiðis:
En Sørge-Sang jeg nu synge vil
om mine to Sønner kære,
som drog til Island i Februar,
jeg saa dem ikke mere.
De var altid hinanden saa kær,
de tre havde samme Vugge.
Den vugge for min bevidsthed staar,
til mine Øjne sig lukke.
Allur sangurin er prentaður í Gjáar søgu hjá Petur J. Sigvardsen.
Sum sagt vóru gjáarmenn vóru eisini við. Umframt Aksel var eisini Petur Jakku, pápi hansara, og hálvbeiggin Jákup Martin, so teir vóru tríggir úr tí húsinum. Og so vóru tveir synir Hans Jakku í Gortru og Siggu. Annar æt Poul Johannus, og hin æt Andrias. Umframt teir var eisini Dion úti á Tarafløtti.
So var ein sum æt Andrias. Hann var slektaður av Tvøroyri. Hann var komin norður til Gjáar at vera hjá Henriettu mostir síni. Pápi hansara æt Andrias á Dyrtufløtti úr Porkeri, og hann var skipari og doyði ungur av sjúku í 1911. Konan sat eftir við fimm børnum og gekk við tí sætta. Andrias kom tískil norður til Gjáar at vera. Hann var tvíburi, og systir hansara æt Anna. Mamma teirra var úr Sámalsstovu við Gjógv og var gift suður á Tvøroyri. Men tvíburarnir vóru føddir í Sámalsstovu. Andrias doyði so við Kristinu bert 15 ára gamal. Anna gjørdist nokk so gomul. Hon bleiv ikki gift og lærdi til fotograf og arbeiddi eisini sum fotografur.
Fiskaturking við Gjógv
Deksbáturin Lilli hoyrdi til Gjáar, og hann førdi fisk til Gjáar. Sofus Hilduberg var skipari. Eg fór at landa saltfisk har dagin eftir, at eg var konfirmeraður. Tað er, haldi eg, seinasti fiskur, sum er turkaður við Gjógv og var hetta 16. mai 1927. Vanliga plagdi altíð nógvur fiskur at verða turkaður um sumrini.
Annars er ein nokkso stuttlig søga um Sofus. Sum fiskiklógv vildi hann sjálvandi hava menninar at standa sum longst við snøri. Men hinvegin skuldu menn eisini hava sína frívakt. Einaferð stóð so nógv á honum, tá nógv var at fáa, at hann flutti klokkuna eina tíma fram og fór at purra út. Men hann hevði als ikki hugsað um, at ein ungur fuglfirðingur hevði fingið eitt ur í konfirmatónsgávu, og hetta avdúkaði hetta »nummar«, sum heldur ikki varð endurtikið.
Fiskur plagdi eisini at koma frá Vágsbotni til Óla Debes og frá Mortensens monnunum til Petur Kristian, sum handlaði tá. Og eitt sindur seinni til Dánjal Klein av Stongunum í Klaksvík. Ein motorur plagdi at koma við fiski, og hann kallaðist Dan. Teir turkaðu fiskin úr Klaksvík undir Gulakletti. Hinir vóru í fjøruni og eysturi í fjøru. Tá fekst fiskur turrur.
Eina ferð, eg eri heima frá Jóannes Patursson, sigi eg við konu mína, at eg fari at spyrja til Klaksvíkar, um eg ikki kann fáa upp í ein ella tveir motorar av fiski at turka. »Finn ikki upp á sovorðið. Tað nyttar einki.« Teir søgdu, at tað skuldi ikki verið ting í vegin, at eg skuldi fingið fisk at turka, men teir vóru givnir fyri fleiri árum síðan. Tað seinasta var farið til Svínoyar, og tað bleiv ongantíð turt!
Ein útróðrartúrur
Eg skal fortelja frá einum túri við Ólastovubátinum, sum kallaðist Royndin Fríða. Hetta var, tá ið eg var 14 ára gamal. Pápi átti sess í honum. Pápabeiggi mín, Jógvan á Klá, átti ein sess, og Pætur í Jógvanstovu, pápabeiggi, átti tveir. Í Ólastovu vóru tveir sessir í húsinum.
So eru vit farnir til útróðrar ein dag. Tað var nógvur lágættarvindur. Vit høvdu kanska eini 30 stykkir av línu. Tað sá ikki væl út til at kunna vinna upp land tann dagin. Vit vóru farnir illa mannaðir, nógv ringast mannaðir av gjáarbátum. So er liðugt at draga, og teir tosa um, hvat teir skulu gera. Báturin var 40 ár, og hann var veikur. Vit fara so at rógva til ein trolara at biðja teir sleipa okkum til lands. Vit ætla at fáa alt upp úr honum. Fór báturin, gjørdist ikki við, søgdu teir. Vit fara so at rógva, og tá ið vit hava róð ein hálvfjórðing, koyrdi trolarin á. Teir vistu nokk ikki av okkum. Men so settu vit seglið á. Hetta var nýtt segl. Hansina, kona Jákup Paula, hevði seymað tað. Pápi og Jákup Pauli høvdu sett viðføringarnar undir. So repaðu teir seglið, og bóglínan varð knýtt um stavnin. Tað var vánaligur sjógvur. Eg og pápabeiggi mín oystu alla tíðina. Tá minnist eg, at sonur Jákup Paula, Hans Jacob, rópar: »Pápi, lækka!« Tað stóð næstan fossur inn um stýriborðsbógv. Men Jákup Pauli svaraði: »Tað man ikki fara at bila. Hann hevur so mangan gruggutan farið.« Eg minnist, at vit vóru ein av fyrstu bátunum til lands henda dagin. Vit høvdu fiskað 1.000 pund.
Útróður undir seinna krígnum
Undir seinna kríggi var eisini nógvur útróður við Gjógv. Tá vóru jú so nógvir menn, sum ikki sluppu til skips. Tey flestu av skipunum fiskaðu ikki, men sigldu við ísfiski við nógv minni manning enn vanligt. Teir fiskimenn, sum tískil ikki sluppu við skipi, fóru í staðin at rógva út, og hetta lá jú eisini væl fyri við Gjógv.
Tað var so nógvur fiskur at fáa, og tað var eisini so serliga gott veður um summarið.
Undir krígnum vóru so nógvir bátar, sum róðu út, at tað gjørdist ov trongligt á vanligu leiðunum. So frætta vit, at bátarnir eru farnir at fiska eystur á havið. Tað var so óhøgligt. Vit fingu at vita, hvar teir royndu, og tað var Brúgvin og Barið, sum miðið kallaðist. Miðhavið gav frá sær, tí bleiv einki at fáa. Men so minnist eg tað, at eingin visti, hvar hvør annar fór.
Vit ætlaðu so at fara eystur á hav við snøri. Eg átti eina byrsu, hon klikti við øðrum løbinum. So fór eg til Sivar Martin, tann góði jarnsmiður hann var, at fáa sett eina aðra fjøður í. Vit fara so eystur á hav. Eg síggi ein bát, og teir draga, sum teir vilja, og so sigldu vit eitt sindur burtur frá honum. Tað var logn, og tað var ikki ein tann einasti fuglur at síggja, men vit høvdu fingið nakrar sildir. Eg hevði tikið so mikið sum eitt karðatróður, t.v.s. stødd á einum karða, av spiki við mær. So fóru vit at skera smáar bitar av spiki og at kasta teir á sjógv. Og ryturnar koma á skák niður úr luftini. Pápi skjeyt so eina rytu í part, og so kastaðu vit. Vit fingu 2.000 pund, og eingin kom til meira enn 1.400 pund á hesi leið eftir hetta. So vit vóru stak heldigir henda dagin. Hetta var mariumessudag, 25. mars í 1943.
Piddi í Fuglafirði fer at keypa fisk
Ein morgun fóru bátarnir til útróðrar og tað var so óalmindiliga gott veður. Tað sást væl inni á landi. Summir fóru eitt sindur longur enn summir. Á ytra endanum á línuni var ikki ein tann einasta hýsa. Vit fingu ikki ein fisk, men á innara endanum var á hvørjum húki. So koma vit aftur at landi. Teir flestu høvdu einki fingið, men Rættarbáturin ella Norðingurin, sum verpápi mín og beiggi hansara Óli Andrias á Rætt áttu, høvdu fingið nógva hýsu. Aftaná bleiv ikki so gott veður, og spurningurin var, um vit skuldu fara ein dag afturat. Tað gjørdist eisini sjaskveður morgunin eftir, og eingin bátur fór til útróðrar. Vit stóðu í handlinum hjá Sofus Debes og tosaðu um, hvat vit skuldu gera, tí tað vísti seg at vera nógv hýsa til nú. Óli Andreas var av bestu skilamonnum bæði á sjógvi og landi og hevði verið skipari í nógv ár, og hann hevði ført skip hjá Pidda í Fuglafirði. So spurdu vit hann, um hann ikki vildi tosa til Fuglafjarðar, um teir vildu keypa fisk her norðuri. Tað var ja hjá Pidda, áðrenn hálvtalað var orðið. So var eitt tríbein ella gálgi settur í gjónna, og vektir settar upp, tað vóru tær stóru trævektirnar. Og hvønn tann einasta dag varð fiskurin vigaður í Gjónni, og so vóru vit leysir við hann. Motorbátur kom úr Fuglafirði eftir fiskinum og útróðrarmenninir fingu pengarnar í hondina. Tað var vist Dánjal Klein, sum tá var formaður í Føroya Fiskimannafelag, sum hevði við vektina at gera. Í Fuglafirði varð fiskurin umskipaður og sendur til Bretlands.
Vit vóru síðan regluliga avroknaðir hvørja ella aðru hvørja viku.
Ferjá
Vit fingu okkum eftirnavnið Ferjá, og hetta navn hevur sína søgu. Ferjá er á í Gjáarlíð. Hon rennur oman í Funningsfjørð. Sagt verður, at tað var her, at víkingurin Grímur Kamban tók vatn, og teir góvu ánni navnið Ferjá, sum er elsta áarnavn í Føroyum. Grímur Kamban var fyrsti norðbúgvi, ið setti sínar føtur á land í Føroyum og var hetta sum skilst í Funningi.
Vegasamband
Gjógv fekk í 1959 vegasamband til Eiðis. Inntil tá varð nógv gingið millum Gjógv og Eiði, sum t.d. við posti. Vegasamband til Funnings kom ikki fyrr í 1961. Nógv ár seinni kom vegur frá Funningi í Funningsbotn, og harvið við restina av Eysturoynni. Júst hetta sambandið kom eisini at hava stóran týdning fyri bygdina, tí tað er so ofta á vetri, at tað ikki er koyrandi um Eiðisskarð.
Lagnan hjá Oliviu Angeliu, mammu Dánjal Klein
Aðrastaðni í hesi Miðviku prenta vit greinina Livsskæbner, sum presturin Absalon Joensen skrivaði í 1920 um mammu Dánjal Klein, sum æt Olivia Angelia.
Henda greinin talar fyri seg sjálva, um hvussu hart tað kundi vera hjá fólki. Vit minnast væl Oliviu, sum doyði í 1927 og minnast eisini, at hon bert hevði eitt eygað, og er greitt frá orsøkini fyri hesum í umrøddu grein. Jógvan Sofus minnist, at hann gekk at lesa, sum tað varð kallað, uppi í Geil hjá henni. Tey vóru eini fimm seks børn í senn.
Tað var soleiðis, at børn fóru seks ára gomul út í onnur hús at ganga at lesa, so tey kendu bókstavirnar og dugdu eitt sindur at lesa, áðrenn tey fóru í skúla. Hetta hevur verið eitt slag av tí, sum vit í dag kalla forskúla.
Henda lesing gekk fyri seg í roykstovuni, har tað frammanundan stóð ein stórur vevur, sum hon uttan iva hevur brúkt til at vinna til lívsins uppihald. Her var heldur trongligt inni, men tað var hugnaligt og væl gekk at læra.
Tá ið hon fór til gravar, fór lærarin Jóhan Kallsoy við skúlabørnunum niðan í Geil at syngja fyri líkinum, og man hetta hava verið ein viðurkenning og tøkk fyri tað, sum hon hevði lært børnini.
Tøkk til Dinnufíu og Jógvan Sofus
Her endar røðin við frásøgnum hjá hjúnunum báðum, sum hava upplivað so nógv, og sum vita so nógv. Røðin gjørdist nógv longri enn roknað var við frá byrjan. Ofta er tað soleiðis, at ein søga førir eina aðra við sær. Verður hon ikki tikin við beinanvegin, er vandi fyri, at hon fer í gloymskuna.
Vit vita, at henda røðin hevur verið nógv lisin, og at hon hevur verið roknað sum eitt virðismikið íkast til søguna hjá “vanligum” fólki í Føroyum.
Tann mest kensluborni parturin hevur verið frásøgnin um Acorn, og her hava vit eisini upplivað, at tey avvarðandi at hesi vanlukku hava verið sera fegin um tað, sum her fyrstu ferð er fest á blað. Hetta er eitt gott dømi um, at tað ræður um at fáa fest slíkar hendingar á blað, áðrenn tað er ov seint. Hetta er veruliga ein partur av okkara lagnusøgu og samleika.
Sjúrður, sonur Dinnufíu og Jógvan Sofus, hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði at fáa hesar frásagnir so rættar og fullfíggjaðar sum gjørligt.
Fyri meg sjálvan hevur arbeiðið við hesi røð verið ein uppliving og ein stuttleiki. At kunna gera nakað, sum fólk virðismeta og takka fyri, er – næstan – nóg stór løn í sær sjálvum.
Men Dinnafía og Jógvan Sofus: Takk fyri, at tit vildu greiða okkum øllum frá tykkara áhugaverda lívi!
…………………………………
Livsskæbner.
Absalon Joensen, prestur, skrivaði í 1920 hesa frásøgn um mammu Dánjal Klein, sum æt Olivia Angelia, sum bæði Jógvan Sofus og Dinnafía minnast, sum greitt er frá í greinini.
Kommer man til bygden Gjógv fra søsiden får man straks indtryk af meget ejendommelige klippeformationer, halvglemt fra verden og aldrig beskuede af de fleste færingers øjne, men storslåede og typiske færøske er både disse klipper, og disse fjelde, der synes at have været enige om at tage hinanden i hånden og kredse om bygden for at gemme den bort fra al uvedkommende stads og ståhej.
Selve landingsstedet er enestående, ikke blot på Færøerne, men måske i hele verden. Det er en prægtig rift som frembryder for en landingsplads, den mærkelige omstændighed at man befinder sig højere end husene, og må stige nedad fjeldsiden for at komme hjem, når man fra klippesiden er kommet godt og vel på land. Kommer man derimod til bygden fra den modsatte side, fra landsiden får man et helt andet indtryk. Her kommer man gennem en stor og dejlig dalsænkning overalt vel tilvokset med saftigt græs.
Et opmærksomt øje fængsles også straks ved synet af de efter færøske forhold usædvanlige store indhegnede marker, der også for de største parter er opdyrkede.
Men ikke så snart hviler havet sin stærke ryg før både indmark og udmark og sæk er forladt af hver våben, før mand og alle både flyder. Havet er rigt og fiskegrunnene er nær ved. Der er kommet mange måltider og mange kroner fra den kant.
Her træffer man gamle mennesker, der kan fortælle om hvorledes ens oldefar og tipoldefar har set ud dengang de stod i deres manddomskraft. Og her træffer man unge mænd, som har haft den oplevelse at sejle i den engelske marine og koffardifart mellem England og Frankrig og Amerika under verdenskrigen og kommet helskindet igennem. Her træffer man gamle mennesker bøjede af sorg, slid og tunge tilskikkelser.
Her træffer man unge mennesker med friskt og frejdigt livsmod, og for hvem fremtiden synes at ligge i strålende skær.
Men hos dem alle møder man et længe varet, men hidtil uopmålt ønske, et for alle færøske bygder fælles ønske, nemlig at få deres egen lille kirke rejst på bygdens enemarker. Men selv om denne bygd kan synes at ligge bortglemt fra den øvrige verdens strid og strøm og ståhej, finder man dog ved nærmere bekendtskab, at dens enkelte medlemmers livsforhold eller skæbne kan falde meget forskelligt ud.
For nogle så godt og jævnt og smukt som udsigten over dalsænkningen, når man en solskinsdag kommer til bygden fra landsiden. For andre så hårde og tungt og sønderrivende som udsigten over fjeldene og klipperne, når man en regntung dag kommer til bygden fra søsiden. Jeg skal i korte træk skildre kun en enkelt af dem med tunge livsskæbner.
I en hytte traf jeg en gammel bedstemor. Hendes alder var høj, som den kun kan nås af kæmper, efter hvad Grundtvig ifølge lån fra Kong David siger i sin bekendte stemningsrige salme.
Hendes ene øje var borte. Men hun sad ved ildstedet og strikkede skibstrøje. Ved synet af hende gled mine tanker langt tilbage i tiden, og jeg spurgte hende, hvad der vel kunde have været skyld i at hendes ene øje var taget væk. Dette med øjet, som skyldtes en ondartet øjenbetændelse, syntes hun dog være kommet forholdsvis let over. Men der var andre tilskikkelser, som havde sat deres uudslettelige præg på hendes sind og hele person. Og det var nok disse tunge tilskikkelser, som var den dybe grund til hendes tab af øjet. Hun havde grædt sig en øjenbetændelse til.
Disse tunge tilskikkelser var af den slags, som så ofte rammer færøske bygder, hvor største parten af mandskabet søgte til havs, så snart vejret er nogenlunde godt. Men hverken vejr eller hav er til at stole på. Det kan finde på at rejse ryg, når man mindst venter det. Så indtræffer ulykkerne.
Gjógv har ofte været ramt af slige tunge tilskikkelser, og den omtalte bedstemor har da måske været blandt dem, som sad tilbage med den dybeste smerte og tunge savn. En lørdag for mange år siden var alle bygdens både fire ottemandsfarere på Nordhavsfiskeri. Der rejste sig pludselig en nordøstensstorm med snerykning. Der var umuligt at lande ved Gjógv eller der i nærheden. Lørdagen gik og søndagen med, uden at man hørte noget fra bådene. Telefon var jo ikke kommet dengang. Sent søndag aften kom endelig de to bådes mandskab hjem. De havde gået helt inde fra bunden af Funningsfjord. De to andre både og deres mandskab fik man aldrig nogen besked om. De var og blev borte, og blandt de 16 mand, der druknede, befandt sig gamle bedstemoders fader og hendes 16 årige broder.
16 år senere, altså for 40 år siden, da bygdens yngste mandskab var vokset igen efter hin skæbnesvangre begivenhed, var atter samme slags vejr. Atter en ulykkesdag for bygden. Denne gang var der dog kun en af bådene, som ikke kom hjem igen. Blandt de otte mænd, der druknede, var denne gang hendes mand. Hun sad nu enke med fem små børn, som hun opdrog. De voksede til skelsår og alder og fløj fra reden. Den ene søn havde hun dog giftet ind. Der kom fem små børnebørn i hjemmet. Men så døde med korte mellemrum både sønnen og svigerdatteren af sygdom, og hun sad atter ene, nu med fem små børnebørn. Dette skete for ca. 20 år siden. Hun tog dog denne tunge opgave og blev børnebørnene i forældrenes sted. Nu er de alle voksne og flyver ud en efter anden. Hun selv sidder stadig på træbiksen og strikker. Men hun havde i sandhed fortjent et blødere og behageligere sæde på sine gamle dage. Men summen af alle hendes tunge prøvelser, hendes gråd og savn og arbejde, samlede hun dog i det herlige ord fra det gamle testamente: ”Hidindtil har Herren hjulpet og han hjælper nok herefter”.
Komandi Miðvikur
Tað tykist at vera stórur áhugi fyri Miðvikuni millum okkara lesarar. Tað er eisini nógv áhugavert tilfar í vænti. Komandi Miðvika verður um Immanuel, sum gekk burtur í 1932. Tá verður serliga greitt frá støðuni hjá teimum, sum sótu eftir. Í komandi miðvikum hava vit á skránni frásagnir hjá Jógvan Gerðalíð, Jakku á Sundi og Tórhall Andreasen.