Elsa er fyrst og fremst kend sum tann fyrsti trúboðari, sum er ”send út” úr Føroyum. Tann fyrsti føroyingur yvirhøvur var Daniel J. Danielsen, sum var í Congo 1901-03, og hvørs søga er umrødd í Miðvikuni her í blaðnum. Hann var sendur út úr Bretlandi. Elsa kann sigast at vera nummar tvey í røðini av øllum teimum trúboðarum úr Føroyum, sum hava virkað kring heimin. Í nýggjari tíð er hon tann fyrsti. Hvør er so henda norðragøtugentan, sum tók hetta sera stóra stig, sum tað serliga hevur verið tá í tíðini? Hon er dóttir Eliesar Jacobsen, ættaður úr Tjørnustovu í Norðragøtu og Sunnuvu f. Heinesen, sum var ættað úr Súnastovu, eisini í Norðragøtu.Tey vóru ikki færri enn 13 systkin, har Elsa hevur verið í eldra endanum. Enn eru tey 10 á lívi. Absalon, Esmar og Maria eru deyð. Hini systkini eru Magnus, Petra, Óluva, Suni, Lea, Anna, Emma, Jónhild og Per. Elsa fekk eina góða barlast við einum góðum og tryggum heimi. Við so nógvum systkjum gjørdist tað uppgávan hjá teimum eldru at taka sær av teimum yngru, og var hetta í sær sjálvum eisini ein góður førningur at fáa. Eliesar var í nógv ár fiskimaður og seinastu árini havnafúti. Heima var tað Sunneva sum skipaði fyri við myndugleika. Tey vóru bæði kend sum skilafólk. Tey vóru saman við Alfred Petersen og øðrum undangongufólk í Kirkjuliga Missiónsfelagnum, sum var missiónsfelagið hjá Elsu.Elsa gjørdist í fyrsta umfari sjúkrasystir. Hon arbeiddi fyrst í Føroyum og seinni í Íslandi og Noregi. Hon fór á bíbliuskúla í Noregi, og tá gjørdist kallið at gerast trúboðari í Etiopia greitt fyri henni. Fyri at gerast betri fyri í hesum arbeiði fór hon at læra til jarðamóðir í Bretlandi. Í 1960 fór hon til Etiopiu sum trúboðari, eins og hon arbeiddi sum yvirsjúkrasystir á sjúkrahúsum og á klinikkum, har tað kom nógv fólk at søkja sær heilsubót. Elsa arbeiddi saman við íslendingum, norðmonnum og dønum, sum hon framvegis hevur nógv samskifti við. Hon var burtur fyrstu tíðina 5 ár út í eitt, síðan 4 ár og so 3 ár í senn, og hon var so heima í eitt ár. Hon kom heim til Føroya med alla í 1992, so hennara samlaða tænasta gjørdist 32 ár. Fekk etiopiskar tvíburarHennara virksemi í Etiopia hevur knýtt Føroyar, og serliga Gøtu, nógv saman við Etiopia. Hetta tilknýti gjørdist heilt serligt av eini serligari orsøk.Tá ið Elsa fór til Etiopien, var hon einsamøll og kundi tískil vera heilt frí í sínum arbeiði. Men longu árið eftir, at hon var komin, møtti ein pápi upp á klinikkini hjá henni við tveimum nýføddum tvíburadreingjum. Ørindini vóru, um Elsa kundi taka teir til sín. Mamman var deyð undir føðingini, so dreingirnir høvdu øll ”odds” ímóti sær. Lutvíst var tað óeydna við tvíburum. Afturat hesum kom, at teir vóru jú orsøkin til, at mamman var deyð, tað bøtti heldur ikki um. Nú áttu teir heldur onga mammu, sum kundi taka sær av teimum og geva teimum ta mjólk sum var lívsneyðug. Sjálvir góvu teir móðurleysum nýføðingum sterka súpan og trátt smør, og hetta kundu teir ikki tola í longdini. Eingin var annars, sum vildi taka sær av teimum.Hetta var als ikki við í ætlanunum hjá Elsu. Men havandi í huga alternativið, helst tann vissi deyði, endaði tað við, at Elsa gjørdist mamma teirra. Tískil hava fleiri ættarlið av gøtubørnum, og eisini øðrum, fylgt við, hvussu tað hevur gingist við Jákupi og Jóhannesi, sum dreingirnir komu at eita.Seinastu árini hevur tað verið møguligt at fylgja teimum persónliga. Teir hava nevniliga búð í Norðragøtu saman við konum og børnum, her av eitt teirra er føtt í Føroyum. Her hava tey vaksnu arbeitt á flakavirkinum. Sagt verður eisini um tey, at tey eru bæði røsk og hugalig. Tískil eru nú 10 etioparar í Norðragøtu, og sigast kann, at teir seta sín dám á bygdina. Gøtufólk hava eisini tikið tey til sín sum síni egnu. Onnur familjan býr ”hjá Peri”, sum er barndómsheimið hjá Elsu. Her búðu eisini ommusystir hennara Olevina. Tá ið Olevina lá fyri deyðanum sigur hon eina ferð við Elsu, sum tá var heilt ung: ”Hvørji eru hesi svørtu børnini eg síggi?” Elsa sá eingi svørt børn, men nú búgva tey í sama kamari sum Olevina! Hon var annars so serliga góð við Elsu.Elsa er rættuliga komin til rættis í sín leikluti sum mamma og omma. Hon hjúklar um sínar dreingir, teirra konur og børn, og tað er ein fragd at síggja hennara umsorgan. Og hesa umsorgan er øll familjan um. Her merkist ikki á nakran hátt, at talan er um eina 80 ára gamla ”ommu”. Nú ein morgunin hevði hon gjørt 70 knetti! Framvegis er hon røsk sum fólk í besta aldri. Hevur upplivað part av heimssøguniSamstundis sum Etiopia á hendan hátt er sett á landkortið í Føroyum, so eru Føroyar eisini settar á landkortið í Etiopia. Her hevur Elsa saman við øðrum trúboðarum gjøgnum øll hesi ár veitt sovæl andaliga sum tímiliga hjálp, har tørvurin hevur verið ómetaliga stórur. Tað skal vera nevnt, at eitt tíðarskeið virkaði Doris Heinesen eisini í Etiopia, sum er eitt tað fátækasta land í heiminum. Ein stórur partur av fólkinum má lívbjarga sær við 5 krónum um dagin. Her hava Føroyar so gjørt sín mun. Elsa hevur eisini í Etiopia upplivað ein part av heimssøguni. Tá ið hon kom til Etiopia var tað gamli keisarin Haile Selassie, sum sat við ræði. Stýrið var rættuliga konservativt, men Selassie átti so sín part av æruni fyri, at Etiopia er einasta land í Afrika, sum ikki hevur verið koloni. Í 1974 var uppreistur, sum førdi til eina kommunistiska valdsyvirtøku í landinum við Mengistu á odda. Hetta var eitt satt ræðustýri. FF-blaðið hevði í 2006 eina samrøðu við ein fiskimann við einum russiskum skipi, Wondu, sum var ættaður úr Etiopia, og sum upplivdi hetta sum barn. Hann greiddi frá, at ein partur av skúlagongdini var at ganga fram við vegnum, har tað lógu lík av skotnum ”fólkafíggindum”. Hetta skuldi læra næmingarnar, hvat ið hendi teimum, sum ikki makkaðu rætt! Hesa lagnu fingu eisini fleiri av teimum, sum Elsa kendi. Wondu var annars í Gøtu og vitjaðu sínar landsmenn, og var hetta sjálvsagt dagur í viku hjá teimum øllum. Nýggju valdsharrarnir vildu heldur enn gjarna rikið trúboðararnar av landinum. Men teir gjørdu so nógva nyttu í heilsuverkinum, at teir ikki kundu loyva sær tað. Einki høvdu teir heldur at seta í staðin. Tí hevði neyðin verið enn størri uttan trúboðararnar. Teir blivu verandi, men teir máttu halda tunguna mitt í munninum, og tað mundi mangan standa á hjá teimum. Orðatakið sigur, at ”stutt skulu harðir harrar valda.” Hetta sannnaði Mengistu eisini. Hann varð í 1991 rikin frá valdinum aftur, og hann rýmdi av landinum til vinmannin Robert Mugabe í Zimbabwe at búgva. Teir hava sanniliga nógv til felags! Elsa hevur tískil umframt keisaraveldið eisini upplivað bæði reisn og fall hjá einum kommunistastýri og síðan stýrið, sum kom aftaná. Hetta munnu fá hvít fólk hava upplivað. Elsa dugur annars sera væl at greiða frá. Hon hevur skrivað rættuliga fitt og hevur eisini greitt frá á møtum og í útvarpinum. Men einki ger hon kortini burtur úr sær sjálvari, so beskeðin hon er. Sigast kann um Elsu og øll hennara systkin, at tey eru sjáldsama ættarkær. Tað er nærum óhugsandi at koma norður til Gøtu uttan at fara inn á gólvið hjá teimum. Her følir ein seg afturfyri rættiliga sum heima. Tað gongur ikki long løta, áðrenn drekkamunnurin er á borðinum!Hiðani skal verða ynskt Elsu hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum. Elsa er ein serstøk persónligheit. Hon hevur avgjørdan hugburð um andalig/etisk viðurskifti, og hon heldur seg ikki aftur at føra síni sjónarmið fram, har hon fær møguleika til tess. Hetta skapar virðing eisini hjá teimum sum kunnu vera ósamd. Og so hevur hon verið eitt framúr umboð fyri Føroyum úti í heimi.Elsa er burturstødd føðingardag.
ó.