Elsebeth roynir at steðga hækkandi avgjøldum

– Eg havi slett ikki broytt hugsan síðani valið, um tað ikki skulu koma fleiri avgjøld enn tey, sum komu í seinastu setu, tá andstøðan sat við valdið.

Fólkaflokkurin – og serliga Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur – lovaðu í valstríðnum, at avgjøld á bensin og diesel ikki skuldu hækka. Eisini lovaðu tey, at vegskatturin ikki skyldi hækka.

Tað var eisini Jørgen Niclasen, sum speirak undanfarna landsstýri fyri »avgjaldsøði«, eitt orð, hann sjálvur hevði funnið uppá.

Men sum vit so mangan hava sæð áður, so ber alt til í politikki. Og nú er tað júst Jørgen Niclasen, sum – fyri at nýta hansara egnu orð, »gongur í avgjaldsøði« og hækkar avgjøld á bensin, diesel, olju og hækkar vegskattin.

Men hesum tekur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, partakvinnan hjá Jørgen Niclasen ikki undir við.

Við útvarpið hjá Kringvarpinum segði hon í dag, at hon fer at gera sína ávirkan á, »at hækkaðu avgjøldini á bensin og diesel og so framvegis ikki blíva til veruleika«.

Soleiðis er bendir okkurt á, at avgjaldshækkingarnar hjá Jørgen Niclasen á bensin, diesel, olju og hækkaði vegskatturin, ikki hava fulla undirtøku í samgonguni.

Hesar avgjaldshækkingar eru annars partur av samferðslupakkanum hjá landsstýrinum, sum millum annað snýr seg um ókeypis ferðslu í Vága- og Norðoyatunlinum, stuðul til teirra, sum koyra í Eysturoyartunlinum, stuðul til Eysturoyartunnlin og um eitt suðuroyarskip afturat Smyrli.

Tingfundur verður týsdagin í aðru viku. Hóast tey fýra lógaruppskotini frá Jørgen Niclasen um avgjaldshækkingar liggja klár í Løgtinginum, so eru tey ikki á skránni til fyrsta tingfunin, sum verður týsdagin 25. januar.